»80´ini«, »Kaga upp í himmalin«, »Lívsmynd«, »Hundurin Brúni«... Ja, vit kenna teir øll. Og tað er jú ongin minni enn Frændur, sum eiga hesi vælkendu løg.
Til eina og hvørja veitslu er okkurt lag hjá kenda 80´ara bólkinum fastur táttur, og um vikuskiftið ber til at hoyra og síggja teir aftur á palli. Hesuferð verða teir í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og á Platform í Havn. Frændur vóru eisini við á ólavsøkukonsertini í ár.
Í kvøld trína teir so á pallin í diskotekinum Platform í Havn. Har hevur eisini verið møguligt at keypa atgongumerki í forsølu, tí væntað var við nógvum áhugaðum.
Leygarkvøldið verða teir so aftur við ljóðførunum í hond. Tá verður tað í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har talan er um dans. Hann byrjar klokkan 23.30 og endar klokkan 3.45. Bussar koyra eisini í sambandi við tiltaki.