Frændur okkara fyri vestan hav eru á ferð. Nýggja stjórnin hevur kunngjørt ætlan, ið skal tryggja, at samfelagshjólini skulu kunna mala hetta til valið tann 25. apríl ár. Stevnuskráin fevnir um tiltøk at bøta um fólkaræði, javnrættindi og gjøgnumskygni, endureisn av búskapinum, umskipan av almennu fyrisitingini, tiltøk til frama fyri húsarhaldini, tiltøk at bøta um arbeiðsmarknaðin og at bøta um búskapin og fíggjarskipanina, altjóða samstarv og samstarv við Europa. Broytingar skulu gerast í íslendsku grundlógini, ið fevna um ognarrættin til náttúruríkidømi Íslands, reglur um fólkaatkvøður og broytingar í altingsvallógini. Stjórnin skal kunna almenningin meira og samstarva meira við kommunurnar og umboð fyri arbeiðsmarknaðin. Eisini verða reglurnar fyri dómarar og ábyrgd ráðharrana endurskoðaðar. Hvat búskapinum viðvíkur, so verður politikkurin grundaður á avtaluna við IMF og javnvág fáast á altingsfíggjarlógina. Lóggávan fyri Tjóðbankan verður endurskoðað og kannað verður, um tað ber til at lóggeva soleiðis, at hald kann leggjast á ognir hjá privatum, um hetta tænir almenna búskapinum.
Víðari verður skipað ein almenn vælferðarnevnd við tí endamáli at kanna sosialu fylgjurnar av kreppuni fyri einstøku húsarhaldini. Ein skipan at lætta um skuldabyrðuna hjá húsaánarum verður gjørd eins og eftirlønarskipanir verða endurskoðaðar. Eisini arbeiðsmarknaðarlóggávan verður endurskoðað, tiltøk at minka um vinnuloysið verða sett í verk og ein skipan við vinnuveðhaldum verður sett í gildi. Javnstøða millum kvinnur og menn skal tryggjast og økismenningin skal tryggja javnstøðu millum øki og stóru býirnar. Hvat sjálvum búskapinum viðvíkur, so verða lánsmøguleikarnir hjá sunnum fyritøkum munandi bøttir við, at almennu bankarnir fáa betri gjaldføri og Ísland fer at kanna møguleikarnar fyri at nærkast ES. Áhugavert er at gerast skal eitt samlað yvirlit yvir alla lántøku uttanlands eins og altjóða fíggjarserfrøðingar verða tiknir uppá ráð, tá íslendski fíggjarmarknaðurin skal umskipast.
Somikið um stjórnarskránna. Hvussu eru so vónirnar millum manna og hvat væntar almenningurin sær av nýggju stjórnini, sum hevur 83 dagar at virka í? Tað er ov tíðliga at meta um hendan spurning, men mótmælini halda fram og í íslendskum og útlendskum bløðum hevur vinnarin av Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, Einar Már Gudmundsson, sera hvassa tíðargrein, har hann finst harðliga at íslendskum politikkarum, bankamonnum og vinnulívsmonnum. Hann ákærir politikkarar fyri at hava givið einstøkum spekulantum almennu bankarnar og aðrar almennar ognir, at hava runnið ørindi fyri ábyrgarleysar fíggjarspekulantar og at hava oyðilagt góða umdømi Íslands úti í heimi. Sostatt heldur orðaskiftið í Íslandi um búskaparligu vanlukkuna fram, og bert tíðin kann visa, um nýggja vinstrahalla stjórnin megnar at fáa samfelagsskútuna aftur á rættkjøl. Men stjórnin roynir við stórum álvara og miðvísum ætlanum, so kunnu vit bert vóna tað besta fyri frændur okkara fyri vestan.