Frændur fimm og tjúgu



Frændur bjóðaði um vikuskiftið til eitt stórsligið gildi í samkomuhøllini á Hálsi. Eini 1500 fólk munnu hava hátíðarhildið føðingardagin og útgávuna av nýggju jubileumsfløguni, Frændu V.

Fólk lótu sera væl at, og ljóðaðu Frændur líka væl sum fyrsta dagin. Hóast fólk ikki kundu syngja við til teir nýggju sangirnar, tá tey ikki enn hava lært teir, so sungu fólk dúliga við til teir gomlu slagararnar.

»Tað stóra gildið«, sum Frændur høvdu valt at kalla tað, varð í veruleikanum skipað sum ein veruligur føðingardagur, har fólk kundu sita niðri og njóta eina bjór ella av matinum, sum Etika borðreiddi.

Sosialurin var eisini á staðnum, og fekk myndamaður okkara, Jens Kristian Vang, hesar frálíku myndirnar.


Lagt til rættis: Rógvi Nybo, [email protected]

Myndir: Jens Kristian Vang



Frændur bjóða til nýggj gild


Leygarkvøldið verður stórt ungdómsgildi á Kambsdali, og seinni verður føðingardagurin hjá Frændum hildin í Klaksvík.

Leygarkvøldið var stóra føðingardags- og útgávubrakið hjá Frændum í Havn. Sera nógv fólk var til tiltakið, og tónleikararnir í Frændum eru sera fegnir um móttøkuna.


- Fólk vóru spent og gleddu seg til stóra gildið, og tað gjørdu vit eisini. Tað gjørdist eisini eitt stórt kvøld fyri okkum, og vit eru sera fegnir um, hvussu fólk tóku ímóti okkum, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av limunum í Frændum. Og hetta skal endurtakast komandi tvær vikurnar.

Leygarkvøldið 28. november spæla Frændur til stórt gildi í ítróttarhøllini á Kambsdali. Tá verða serliga ungfólk boðin í føðingardag hjá bólkinum. Leygarkvøldið 5. desember spæla Frændur í Klaksvík, og tá verður føðingardagsveitslan endurtikin við góðum tónleiki, sushi og 18 ára aldursmarki.