Frændur á G!

Tað verður stóra føðingardagsbarnið í føroyskum tónleiki, sum fer at standa fyri sangløtuni á G! í summar Vís okkum ein guitara, har eingin Frændur-sangur nakrantíð er spældur. Og vit skulu vísa tykkum ein guitara, sum ongantíð hevur verið á veitslu.

Nakað soleiðis ljóðar slagorðið hjá G!, nú teir boðað frá, at Rani Nolsøe, Eyðun Nolsøe og Steintór Rasmussen skulu standa fyri sangløtuni hjá G!.

Tað finst neyvan tann veitsla, har eingi av løgunum hjá Frændum hava verið spæld. Um tað so eru protest- og ballingarsangirnir frá fyrstu villu árunum, ella talan er um meira romantiskar og onkra tíð eisini djúphugsnar sangir frá 90´unum.

Frændur hava fram um teir flestu vunnið føroysku fólkasálina, og á Gøtusandi fara teir so at geva áhoyrarunum burtur av sínum sangskatti. Sjálvandi í vón um, at tey flestu syngja við.