Frændur á Ovastevnu

Leygarkvøldið er Ovastevnan á skránni úti í Nólsoy og hesaferð eru tað Frændur, sum standa fyri tónleikinum.

 

Undanfarin ár hava eitt nú Showmenn og Jens Marni Hansen spælt á stevnuni, men í ár boða fyriskipararnir frá, at Frændur vitja í Nólsoy.