Fríðrikur fær Mary

Nú nýtist dønum og kongstrúgvum føroyingum ikki at spyrja longur. Fríðrikur krúnprinsur fær Mary Donaldson.

Hóast tað hevur ligið í luftini leingi, er tað ikki greitt fyrr enn nú, at Fríðrikur krúnprinsur sleppur at gifta seg við avstralsku unnustu síni Mary Donaldson.

Í gjár kunngjørdi hóvið á Amalienborg, at Margretha drotning fer at boða stjórnini frá, at hon hevur játtað krúnprinsinum at gifta seg við Mary Donaldson. Tað hendir tann 8. oktober, og tá verða tey bæði trúlovað. Nær brúdleypið verður, er hinvegin ikki heilt greitt, men tey kongakønu í Keypmannahavn gita, at tað verður í apríl ella mai næsta ár.

Fríðrikur krúnprinsur er 35 ára gamal. Mary Donaldson er ættað av oynni Tasmania sunnan fyri Avstralia. Hon er 31 ára gomul. Mamma hennara doyði í 1995, og pápin, sum er professari í støddfrøði, er í løtuni gestalærari á lærda háskúlanum í Oxford í Onglandi.