? Tað eru dekkini, sum hava sambandið við vegin. Tí er tað so umráðandi, at vit hava røttu dekkini til tær ymsu umstøðurnar, sum vit koyra í. Tað nyttar so lítið, at vegir og bilar eru so tryggir, um sambandið millum hesar báðar liðir ? dekkini ? ikki eisini eru í lagi.
Hetta sigur Fríðrikur Bláhamar, stjóri á Supðer Dekk í Havn, sum hevur skrivað til øll ting- og landsstýrisfólk fyri at greiða teimum frá týdninginum av, at reglur eisini verða gjørdar um dekk og dekknýtslu.
Ov lin krøv um dekk
Fríðrikur Bláhamar heldur, at krøvini til dekk í Føroyum eru alt ov lin.
? Eg ivist ikki í, at ferðsluvanlukkur og ferðsluóhapp ? størri sum smærri ? hvødu verið nógv færri, um bilarnir koyrdu við røttu dekkunum, sigur hann.
Krøvini í Føroyum eru sambært kunngerð
»at dekk á øllumhjólum við mynsturdýpd í minsta lagi 1,6 mm á bili til í mesta lagi 9 persónar og bili við loyvdari heildarvekt upp á í mesta lagi 3.500 kg. Á øðrum bilum skal mynsturdýpdin vera í minsta lagi 1 mm«.
Fríðrikur Bláhamar sigur, at í øðrum londum er kravið nógv meira útgreinað ? serliga í londum á okkara breiddarstigi, og tað heldur hann, at myndugleikarnir í Føroyum eiga at gera nakað við.
? Trupulleikin er, at vit í alt ov stóran mun avrita danskar ónýtiligar lógir ? tí verri eisini á hesum øki. Í Danmark er einki krav um, at tú skalt koyra við vetrardekkum, tí har eru góð koyrilíkindi so at siga alt árið, sigur Fríðrikur Bláhamar.
Í Noreg, Svøríki og Finnlandi eru øðrvísi krøv, og har eru koyrilíkindini meir lík okkara. Í Svøríki og Finlandi skalt tú nýta vetrardekk og í Noregi skalt tú nýta kavaketur ella vetrardekk.
Í øllum trimum londunum skulu vetrardekkini hava eina mynsturdýpd við í minsta lagi 3,0 mm. Í Eysturríki er kravið í minsta lagi 4 mm á vetrardekkunum.
Tað skal vera stuttligt at selja dekk
? Vit verða so javnan spurdir, um tað ikki er keðiligt bara at selja dekk. Og tað kann tað sjálvandi vera nakað um, og júst tí er tað, at vit gera so nógv upplýsingararbeiði umframt, sigur Fríðrikur Bláhamar.
? Í veruleikanum gera vit tað arbeiði, sum eitt bransjufelag fyrr dekkseljarar áttu at gjørt. Men eitt slíkt felag hava vit ikki í Føroyum, sigur Fríðrikur Bláhamar.
Hann vísir tó á, at vit saktans kundu havt eina slíka deild undir eitt nú Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
? Í Danmark hava tey tað tey kalla »Rådet for større dæksikkerhed« sum eina deild undir »Rådet for større færdselsikkerhed«, sigur Fríðrikur Bláhamar.
Bjarni Djurholm hevur svarað Super Dekk
Tey á Super Dekk vóna, at hendan herferðina um reglur fyri dekk fer at geva úrslit.
? Vit hava fingið eina afturmelding frá Vinnumálaráðnum, sum sigur seg verða sinnað at viðgera hendan spurningin, nú broytingar skulu gerast í ferðslulógini. Tey fara at ráðføra seg við sínar stovnar, eitt nú Landsverkfrøðingin og Bileftirlitið, og so vænti eg, at vit frætta aftur, sigur Fríðrikur Bláhamar.
Men herferðin hevur eisini víst ans aðrastaðni. Eitt nú hevur danska bransjublaðið Motormagasinet skrivað um brævið, eins og Dækspecialisten, sum er blaðið hjá donsku dekkbransjuni.
Super Dekk: ? dekk og trygd
Fríðrikur Bláhamar sigur, at besta og tryggasta loysnin er at hava góð vetrardekk um veturin og góð summardekk um summarið.
? Tað finst einki dekk, sum er 100% trygt alt árið, tí er hetta okkara tilmæli, sigur Fríðrikur, sum leggur afturat, at hann ætlar sær vørumerkið »Super Dekk ? dekk og trygd«.
? Tí vit koyra so nógv upp á tryggleikan, og tí er tað eisini, at vit t. d. skipa fyri dekkkvøldum, sum vit gjørdu fyri tveimum vikum síðani, sigur hann.