Jóan Jákup var niðursetumaður í Rituvík
Jóan Jákup var ættaður úr Ólastovu í Syðrugøtu. Hann greiðir frá:
Var við Niclas á Trappuni
Eg havi altíð havt góðan sjóhug. Eg var við einum tí fyrsta føroyska fiskiskipinum, ið royndi undir Føroyum og Íslandi. Tað var sluppin Sprite, ið Trappubrøðurnir í Havn høvdu keypt í 1878. Teir vóru tríggir brøður: Niclas, ið var skipari, Dánjal, sum var bestimaður og Petur. Um várið varð roynt undir Føroyum. 25. februar fóru vit á fyrsta sinni til Íslands. Fyrst royndu vit í Mýrubuktini. Har fiskaðu nógvir fransar. So royndu vit í Faksabuktini, men har var lítið at fáa. Skiparin var av allar raskastu monnum, nærlagdur og dugnaligur. Men hann píndist av einari ringari astmu, og mitt undir fiskiskapinum gjørdist hann so sjúkur, at vit máttu inn á sjúkrahús í Reykjavík við honum.
Tilsamans fingu vit 19.000 fiskar. Tað var torført at fáa mann í Niclasar stað. Í teirri tíðini vóru skiparar ikki lærdir á sama hátt sum nú. Vit fingu ein skipara frá Gjógv at føra skipið á Eysturlandið. Men tá vit best vóru komnir millum londini, dugdi hesin nýggi skiparin ikki at seta kós eftir Niclasar kós. Vit komu tó vegin fram og fiskaðu við bátum útfrá Norðfirði. Við Sprite var eg tvey ár tilsamans.
Síðan havi eg verið við nógvum skipum. Við Lalla Rookh var eg eitt summar undir Føroyum. Sjey ár var eg við Silver Belle og av øðrum skipum kann eg nevna Saltaire, Katrine, William Martin, William Cloves og Nólsoyggin.
Blindur til sjós
Átta ár havi eg verið blindur á Suðurlandinum. Tað eru 6 ár síðan eg legðist uppi 77 ára gamal, men enn havi eg líka góðan hug at fara til sjós. Hvønn morgun vakni eg klokkan fýra – til útpurring – av gomlum vana. At halda snøri og at draga, avhøvda og hála sjógv í karið, hetta kundi eg alt gera blindur. Tað bilaði bert eitt sindur at egna.
Eg fór til Lamba og var húskallur hjá Hálvdani bónda. Hann hevði ein 6 marka garð og nógv var at takast við. Eg luttók í øllum fyrifallandi arbeiði og gekk fjøllini saman við hinum monnunum. Har er nógva staðni ringt og vágaligt at ganga.
Eina ferð vit vóru á fjalli slapp eg mær burtur úr fylginum. Eg visti, at lundi átti eina staðni niðri í berginum og hugurin dró meg at granska hetta eitt nærri. Eg klintraði varliga og spakuliga niður í bergið. Heldur illa gekk at fáa fótafesti, og uppi frá hæddini skoðaði eg niður í hitt kolbláa, øgismikla hav. Í øllum góðum eydnaðist mær tó at koma niður á ta lítlu rók, har eg vónaði at fáa høvi til at taka lundar í holuni. Men gakk. Uppaftur var ikki hugsandi at koma. Vónirnar vóru alt annað enn ljósar. Eftir at hava sæð, hvussu statt var, og hvussu vónleyst tað var at klinrta upp aftur, legði eg meg niður og lat alt í Guds hond. Og brátt sveiptist myrkrið um land og hav, og hin trølsliga náttin hvíldi yvir øllum. Soleiðis lá eg “fortaptur” niðri í berginum til næsta morgun, tá tað endiliga eydnaðist monnum, ið vóru farnir at leita eftir mær, at hála meg upp við línu.
Ljós á miðju nátt
Lamba er brimpláss, og tað er tí mangan torført at rógva út haðani. Eg kann minnast eina hættisliga ferð norð á hav. Útróðurin var óførur í teirri tíðini. Og hendan dagin høvdu vit fiskað heilt væl, vit vóru 8 manns á báti. Men vit hildu ov leingi á, og náttin var komin yvir okkum, áðrenn vit reiðuliga góvu okkum far um, hvussu seint tað var vorðið. Ættin lá inn á landi. Í myrkrinum vóru vit illa staddir, og vit drivu nærri og nærri at landi. So við eitt fyltist báturin av sjógv og slongdist inn í urðina. Ein maður druknaði, meðan vit sjey vórðu kastaðir uppá land av aldunum. Eg skolaðist uppá eina hellu. Eg dugdi onga bjarging at síggja. Brimið rótaði, og aftanfyri meg var hin steyrrætti fjallaveggur.
Tá var tað, sum eitt undur hendi. Knappliga gjørdist alt ljóst í eygum mínum. Tað var klárt sum á degi í nøkur sekund. Eg fekk passað eitt óløgi og varð bjargaður.
Fyrr í tíðini vóru so óføra góð fiskilíkindi í advent. Tá lógu bátarnir oftast úti allar tær ljósu næturnar. Tað var at taka línuna upp og seta niður aftur, til báturin var fyltur.
Okkurt um tvey ár búði eg í Oyndarfirði og róði á Norðhavið saman við oyndfirðingum. Tá á døgum var fiskiskapurin undir Føroyum av tí mesta. Eingir vóru trolararnir til at oyða grunnarnar. Vit vóru sum oftast átta mans á báti og royndu allar seks dagarnar, bert veður var til tað. Ikki vóru vit vanir at hava meira enn 8 stykki av línu, og enntá var tað ov nógv viðhvørt.
Til Havnar
at selja torv
Tað eru átta gomul hús her í Rituvík, og av teimum átta monnum, ið bygdu bygdina eru tríggir á lívi umframt meg sjálvan. Nevniliga Per, Dánjal Pauli og Hans Pauli Højgaard, ið allir eru brøður. Per er nú elsti maður, o.u. 85 ár.
Vit fóru til kongsbóndan og bóðu um loyvi til at seta okkum niður her, og vit fingu straks játtandi svar. Tá vit komu higar var alt oyðið og deytt og kundi mest samanlíknast við ein stóran hamara.
Rituvík er tiltikið brimpláss, fjøran her er ógvuliga ring. At gera ein stiga til at ganga upp og niður í var tí nakað, sum vit alt fyri eitt fóru í holt við. Tað var ikki altíð tespuligt á náttartíð at taka stigan upp fyri ódnarveðri. (Nógv ár aftaná gjørdu statur og løgting eftir áheitan brúgv oman á rókina.)
Eitt tað fyrsta arbeiðið, vit fóru undir, var at laga upp garðarnar. Síðan varð við ídni drivið á at arbeiða upp á jørðina. Nógv torv varð skorið í gerðunum, og mógvurin var sera góður. Tá varð ofta farið til Havnar og aðrar staðir við torvi. Ikki var altíð so lagaligt at arbeiða, og sjáldan vóru vit meira enn tveir mans í einum 8-mannafari fullum av torvi. Fyrst var at bera torvið í leypum tann ofta drúgva veg frá krónni oman til bátin. Og tá ið vit komu til Havnar var at blaka alt torvið upp úr bátinum til hvønn einstakan, ið vildi hava torv
Tað var ikki altíð eins hugnaligt at føra torv hiðani frá til aðrar bygdir. Veðrið var ofta óálítandi, og mangar hættisligar og vandamiklar ferðir hava vit havt gjøgnum tíðirnar. Eg fór eina ferð einsamallur til Klaksvíkar í einum fýramannafari fullum av torvi. Tað var ein drúgvur teinur at rógva, motorar høvdu vit jú ikki, men eg kom tó í øllum góðum fram báðar vegir.
Eina aðru ferð vóru vit tveir, ið skuldu til Havnar við torvi. Tá vit komu hálvan vegin, fingu vit knappliga sterkan mótvind (útsynningsveður). Vindurin vaks í hvørjum og hótti við at hvølva bátin. Tað var ikki annað at gera enn at seta segl á bátin og sigla til Kollafjarðar, har vit seldu torvið. (Rituvíkingar fóru um aldarskifti í “torvverkfall” fyri at fáa meira fyri torvið. Tað endaði við, at prísurin fyri leypin fór frá 40 uppí 42½ oyru fyri leypin. Hetta mettu havnarmenn at vera ein okursprís!)
Lagt inn so við og við
Alt hetta stóra strekki, ið nú útgerð Rituvík, hava vit gomlu lagt inn so við og við. Dúgliga varð arbeitt upp á jørðina, og vit veltu nógv korn. Eitt árið hevði eg sjey tunnur av korni og hartil nógv av eplum. Sornhús høvdu vit, og meðan konufólkið turkaði, lótu vit av við teimum.
Soleiðis hevur Rituvík so við og við vaksið seg fram til eina bygd, ið nú telur um 30 hús. Stórur framburður er hendur her í tí farna tíðarskeið.
Nú á døgum má unga mannfólkið fara til skips. Her hava verið heima í summar bert 11 manns, alt gamlir menn frá 40-50 ár og uppeftir.
Strævin útróður
Um veturin kann brimgangurin vera óførur í Rituvík. At tað ikki altíð hevur verið líka tídligt at rógva hiðani – serliga áðrenn brúgvin kom – sigur seg sjálvt.
Eina ferð vóru vit norðuri í havi. Eg var sjálvur sætti á báti. Knappliga skiftist veðurlagið, og brátt leikaði landsynningsódn við miklum veldi. Og harðan fingu vit andróður. Tað var so, vit knarvaðu upp land og komu á Oyndarfjørð. Vit løgdu okkum undir landið fyri at royna at eta ein bita. Eg kølnaði tá so brádliga av tí knappliga steðginum, at tað var sum at hiti ikki kom aftur í kroppin. Tveir fjórðingar róðu vit nú, til vit komu har hús vóru. Eg fór niðan í bygdina at fáa okkum heitt at drekka. Allir vóru illa komnir, summir næstan meira deyðir enn livandi. Sum eg gekk niðan eftir og nærkaðist húsunum, glentaðu tenninar í høvdinum á mær. Eg var væl fagnaður av húsfólkinum og fekk heitt drekka til bátsfelagar mínar, ið tá skjótt mentust aftur. Vit høvdu fiskað væl, men í óveðrinum mistu vit línuna, sum eiðismenn tó bjargaðu okkum dagin eftir.
Eina aðra ferð vóru vit úti á havi um veturin, seks manns og nógv var at fiska. Tá kom hann eystan av vindi og kava, og vit mistu burtur land. Veðrið ruskaði, vit kundu ikki koma inn á Rituvík og máttu tí halda sunnanfyri Eystnes. Vit noyddust at kasta fisk út – einki land at sjá – og veðrið versnaði. Hann brast á við ræðuligum kavaroki. Vit mettu okkum at vera komnar inn um Eystnes. Men nú við eitt setur ein av monnunum í eitt hart róp: “Land forút.” Rópið var ikki meira enn tagnað, tá ið ein annar tekur til at rópa enn harðari og andskræmiligari: “Sker forút.” Tá skiltu vit, at “landið” var flesin útfyri (Hoyvíks)hólmin, og vit vóru klárir yvir, hvussu nær vit høvdu verið deyðanum. Náttin var nú komin. So dánt vunnu vit til Havnar og avreiddu har. Tað var nú klárnað í, og frá Havn var straks farið til Nes, har vit drógu bátin upp. So varð gingið til Rituvíkar, so skjótt vit vóru førir fyri at ganga. At gleðin har var stór yvir at síggja okkum aftur skilja øll, serliga av tí, at fólk vóru farin at bera ótta fyri, at vit ikki skuldu spyrjast aftur í aftur.
Hevði ikki tíð til at bjarga sjónini
Kona Jóan Jákup, Johanna, var av Nesi. Tað er ikki longur síðan enn í summar, at Jóan Jákup einsamallur gekk eftir koyrivegnum frá Rituvík til Saltangará og heimaftur. Sjálvur var hann við til ar arbeiða uppá vegin, hóast blindur kundi hann bora og annað eins og aðrir. Og Johannu ger enn sum áður alt innanhýsis arbeiði einsamøll, og torv ber hon nú sum fyrr. Hon hevur verið og er manninum ein góður og trúgvur stuðul. Sjey børn fingu tey, seks synir og eina dóttir. Ein sonur er deyður, meðan ein annar, Adrian, er giftur í Havn. Hinir fýra hava bygt í Rituvík og sita á stykkinum hjá pápanum. Dóttirin giftist til Oyndarfjarðar.
Tað eru 18 ár síðani Jóan Jákup byrjaði at verða blindur. Undir krígnum fór hann eitt árið við gamla Smirli til Keypmannahavn og lá tá tríggjar vikur á ríkishospitalinum. Men sjálvt teir kønu læknarnir har kundu ikki hjálpa honum. Heim aftur komin til Føroyar dró hin mikli sjóhugurin hann av nýggjum til skips. Hann varð fyrst blindur á tí vinstra eyganum. Úti á havinum kundi hann tá leggja mið, bøla o.a. Men so byrjaði sjónin at hvørva eisini á høgra eyga. Eitt árið var hann norðuri í Klaksvík, og ráddi læknin honum til at fara til danska læknan Metz, ið tá virkaði í Suðuroy. Hr. Metz ætlaði eisini at fara í holt við eyga, men av tí at tað vildi taka so langa tíð, helt Jóan Jákup seg at enda undan.
Hann kundi ikki so leingi forsøma arbeiðið fram fyri “behandlingina”. Og hann gjørdist tí starblindur.
Her kann nevnast, at tað hevur í hvussu er verið ein annar blindur fiskimaður, og tað var Dánjal Christiansen í Nýggjubúð í Skálavík.
-----------------------
Absalon á Dunga:
Vinnuligur undangongumaður
Í hesi seinastu ár er stórur framburður hendur her á landi í ymsar mátar, og í mongum bygdum, har tað fyrr var lítið og einki av lønandi arbeiði, eru fyritøkur vaksnar upp, ið hava fingið allarstørsta týdning ikki bert fyri arbeiðsfólkið, men eisini fyri sjálvar bygdirnar og harvið landið í síni heild. At teir menn, ið her ganga á odda við at skapa lív og virkan eiga fólksins virðing, má vera eyðvitað
Skáli er ein bygd í støðugum vøkstri. Her er stór framgongd tey seinastu ár, og bygdin hevur nú umleið hálv triðja hundrað íbúgvar.
Eitt tað fyrsta, ein leggur merki til, tá ið ein siglir inn eftir fjørðinum og nærkast bygdini, eru tey stóru og prýðiligu hús, ið standa niðri við strondina, og handilin á eini brúgv, sum gongur út í sjógvin. Eigarin av hesum er harra Absalon Jacobsen, keypmaður og skipaeigari, sum er væl kendur fyri sítt ídna arbeiði til frama fyri ta føroysku sildina. Hann drívur her eina stóra og umfatandi fyritøku, ið gevur arbeiði til nógvar hendur.
Byrjaði í Syðrugøtu
Absalon Jacobsen er slektaður úr Syðrugøtu, og foreldur hansara vóru Anna Malena og Poul Jacobsen, Poul á Dunganum nevndur í dagligari talu. Tey vóru kend og avhildin av nógvum føroyingum. Hús teirra stóðu nær við bygdarvegin, og tað er ikki ov nógv sagt, at tey vóru eins og ein miðstøð fyri komandi og farandi ferðafólk. Anna Malena og Poul fingu fimm børn, tvær gentur og tríggjar dreingir, harav Absalon er yngstur. Poul var ein lítil kongsfestari, ið sat við 2½ marka garð. Hann var serliga góður miðamaður, men hann gjørdist tíðliga sjúkur og fekk eina ringa astma at dragast við. Hon voldi, at hann ofta mátti liggja í seingini. Børnini komu tí alt fyri eitt at arbeiða fyri húsið og løgdu ein góðan arbeiðshug fyri dagin.
Absalon greiðir frá: Fór í handil 12-13
ára gamal
Tað bar soleiðis til, at Magnus Poulsen á Toftum, sum hevði handil fyri Johannes Johannesen (Elduvíks Jóannes) og síðan M.C. Restorff & Sønner í Havn, einaferð bað provst Sørensen finna sær ein drong til at vera í handlinum. Hetta var tá einasta krambúð á Toftum, og ikki var heldur so nógv sløg at fáa í handlinum sum nú. Provst Sørensen kendi væl pápa mín, av tí at hann búði hjá honum, tá ið hann ferðaðist um oynnar, og næstu ferð hann vitjar Toftir, sigur hann Magnusi frá, at pápi mín hevur ein drong, sum fegin vil koma til hansara.
Soleiðis fór eg heimanifrá 12-13 ára gamal og tók lut í øllum fyrifallandi arbeiði. M.a. fekk eg her høvi til at rógva út saman við góðum monnum.
Í 10 ár var eg hjá Magnus Poulsen, tó var eg ikki á Toftum alla hesa tíð. Fimm summar var eg í Íslandi, harav tey fyrstu trý árini sum útróðrarmaður á Seyðisfirði. Fjórða árið var eg við eini Grimsbyslupp, og fimta árið keypti eg fisk og arbeiddi í landi hjá einum norskum keypmanni á Seyðisfirði.
Um heystarnar ferðaðust vit heimaftur, og eg arbeiddi í handlinum á Toftum og róði út.
Byrjaði hjá Faktorinum
Joen Jacobsen – Skúla Jógvan kallaður – var í mong ár fyristøðumaður fyri Jørgen Bech & Sønner´s filial í Syðrugøtu. Hann var nú vorðin gamal, og tað frættist, at nýggjur maður skjótt skuldi setast í hansara stað. Eg loyvdi mær at søkja um plássið. Eydnan var við mær, og tó at eg bert var 22 ára gamal, fekk eg plássið – fyri fyrst sum hjálparmaður hjá Jógvani.
Faktor Djurhuus bað meg so koma til Klaksvíkar fyri at eg kundi síggja, hvussu har var fyristílað. Har var eg ein mánað.
Tá var bert hesin eini handilin í Gøtu sókn, so tað treyt ikki arbeiði fyri henda gamla og meg. Í teirri tíðini vóru góð fiskiár, og fiskiskapurin undir Føroyum var stórur. Gøtumenn vóru ógvuliga raskir og nærlagdir útróðrarmenn. Eingir vóru motorarnir, og ofta var farið langt til havs. Um várið var ofta strævið at rógva tann langa veg til Norðhavið, um 60 fjórðingar (!!) fram og aftur, og drivið var á. Vit keyptu allan bátafiskin frá teimum.
Í krígsárunum var rættiligur rekordfiskiskapur undir Føroyum. Eitt árið høvdu vit tveir kjallarar fullar av bátafiski frá heyst til várs.
Meðan eg var í Gøtu keypti eg saman við øðrum eina skonnart Ortaria úr Southampton. Hon royndi undir Føroyum og Íslandi, og hóast hon ongantíð gav meira enn 13.000 kr fyri árið, høvdu vit altíð balansu.
Gøta er sum kunnugt brimpláss og kann soleiðis ikki sigast at liggja væl fyri við skipadrift.
Læsti beiggjan
inn í íshús
Tann føroyska sildin hevur altíð havt mína interessu. Tað var ofta veidd nógv sild á Skálafirði og Funningsfirði í teimum árum, og bátarnir avreiddu til okkum. Vit sendu meginpartin av teirri ófrystu sildini til høvuðshandilin í Klaksvík, ið umfataði næstan allar Norðoyggjar og nógv av Eysturoy.
Við Gøtu-handilin var eg tilsamans 27 ár – sum fyristøðumaður frá tí eg fylti 25 ár. Tey seinnu árini var eg eigari við tað, at eg keypti handilin.
Í 1907 bygdi eg eitt ís- og frystihús í Syðrugøtu og kom tá at selja sild til handilsfólk og skipaeigarar – ofta var nógv selt til Suðuroyar – umframt ís og kava. Seinni bygdi eg eitt kavahús afturat.
Til flekjara hevði eg ein bróður mín, Petur Jákup, sum flakti bæði skjótt og væl. Eina ferð var eg úti fyri einum óhappi. Tað var ein dag bróður og eg høvdu arbeitt uppá sild. Tá arbeiðið var liðugt stongdi eg ísvirkið í gáloysni. Tað ráddi um at steingja væl, at ikki luft skuldi koma inn í húsið. Líka visti eg, at eg í mínum gáloysni stongdi bróðurin inni. Einki fólk var nærindis, sum hoyrdi hann dundra og rópa og var tað ikki tað, at hann hevði so góðar kreftir, hevði endin ikki verið góður. Hann fekk umsíðir sprongt dyrnar upp. Heldur leingi var hann innistongdur, og hevði hann ikki alla tíðina arbeitt uppá at sleppa út og soleiðis hildið kropshitan, hevði endin sum sagt ikki verið góður. Hetta var roknað at vera eitt bragd av Petur Jákupi.
Gjørdist fyrsti útflytari av sild
So við og við fór eg at hugsa um at salta sildina. Eg ferðaðist nú ofta til Skipanesar fyri at royna meg fram og finna tann rætta mátan. Tað var hildið at vera óført, at eg eina ferð – fyri uml. 20 árum síðani – sendi 40 tunnur niður, harav summar til Hamburg. Hetta var tann fyrsta royndin við útflutningi av føroyskari sild til útheimin. Fyri tær bestu tunnurnar fekk eg bert 14 mark, og fleiri tunnur fóru fyri einki.
Eftir at hava givið handilin í Gøtu frá mær búði eg fýra ár á Strondum, og eg var millum annað reiðari fyri Annu, ið gekk burtur á Suðurlandinum í 1924. Ein syrgiligur tilburður, sum tíverri hendir alt ov ofta her á landi.
Flytir á Skála
Síðan keypti eg ein fjórðing av Kongshavn Skibsværft og flutti higar til Skála, hvar eg byrjaði handil.
Umsíðir helt eg meg føran til at keypa skip sjálvur og keypti so í 1924 saman við øðrum monnum Irex, ið er eitt tað fyrsta motorskip, higar er komið. Næsta skipið Columbus varð keypt í 1925. Í 1930 keypti eg Tvey Systkin í Frankaríki. Um hesa tíðina byrjaði tann stóra krisan, ið hevur forðað so nógv fyri øllum framburði.
Eg havi fingist við sild á hvørjum ári, meira ella minni. Sildahandilin er sera trupul og torførur handil í allar mátar, og eftir mínum royndum gevur hann lítlan vinning, oftani tap.
Tá ið talað verður um, at føroyingar ikki duga at hagreiða sildina eins væl og aðrir, so er hetta ikki beint, men kann bert skyldast ókunnleika til tey sonnu viðurskiftini. Tað hevur verið so gjøgnum øll árini, at tá marknaðurin er tómur, hevur tann føroyska sildin altíð verið nógv seld og eftirspurd. Men tá ið marknaðurin er yvirfyltur av aðrari sild, ið er nógv feitari, er tað trupult hjá okkum at fáa avseting. Undir tílíkum viðurskiftum verður ofta sagt, at sild okkara ikki kann standa mát við aðra sild.
Veiða eftir sild óstøðug
Tær royndir, eg havi gjørt í nógv ár, vísa, at vit ikki kunnu rokna við stabilari sildaveiðu á Føroya firðum á hvørjum ári. Tað hava verið nógv ár, tá so at siga eingin sild hevur fingist, og so aftur ár, hvar nógv hevur verið veitt.
Í fjør var fingið toluliga væl av sild, tó ikki av tí feitastu, men tá vóru marknaðarviðurskiftini so út av lagi ring, av tí at hin góða norska sildin fylti marknaðin, og einar 200 tunnur hjá mær fóru fyri skjeyti.
Í ár hevur fingist so nógv sild í Skálafirði, sum neyvan nakar minnist. Eg havi saltað o.u. 600-700 tunnur, herav úr Funningsfirði o.u. 150 tunnur.
Sum tiltak kann sildaveiðan vera ein góð inntøka, sum tað er vert at rokna við, men hjá fiskarum at leggja seg uppá land og hava sildaveiðu til livibreyð, tað fer neyvan at loysa seg. Tað er óvissur vinningur.
Føroyska garnasildin er líka góð sum onnur sild. Tann norska sildin vinnur yvir okkara mest harvið, at norðmenn steingja sildina inni í fjarðunum við sildalási, sum tað nevnist. Hetta førir við sær, at um æti er í sildini, so tømist tað úr henni, meðan hon stendur í lásinum. Tann góði kvaliteturin er tó altíð tað, sum hevur mest at siga.
Føroyingar eta
ov lítið av sild
Nakð herfyri kom eg at tosa við ein kendan norðmann, sum eg havi kent frá yngri árum, um eina hermetikkfabrikk í Føroyum. Hann er ógvuliga væl inni í føroyskum viðurskiftum. Hann helt at ein slík fabrikk avgjørt ikki vildi komið til at staðið seg her. Fyri at ein slík fabrikk skal standa seg má fyrst og fremst vera talan um sildatilførslur alt árið runt, og tað er jú ikki hugsandi her, hvar eingin sild fæst nógvar tíðir á árinum.
Føroyingar gera alt ov lítið av at eta sild. Vit liva í eini tíð, hvar sjálvforsýningspolitikkurin er tann ráðandi. Øll lond seta alt tað, tey eru ment, inn á at styðja ta heimligu produktiónina. Eg dugi ikki at síggja rættari enn, at vit føroyingar eiga at taka okkum saman um at fremja sildaspurningin við at eta meira sild enn higartil hevur verið gjørt. Sild er jú bæði góð og vælsmakkandi føði. Tað vildi havt nógv at siga, um vit árliga kundu selt fleiri hundrað tunnur av sild her á landi, í staðin fyri at vit sum er kanska ikki eta meira enn 100 tunnur árliga. Í hesi seinastu tíðini hava fólk tó víst størri interessu enn fyrr við at spyrja eftir føroyskari sild, og má tað nevnast sum eitt gleðiligt tekin. Persónliga trúgvi eg, at børn hava betri av at eta speygusild og egg enn kjøt.
Nýggj og størri beding
Absalon Jacobsen hevur verið fyristøðumaður fyri Kongshavn Skibsværft síðan 1924, og tá ið tað nú hevur verið arbeitt upp á at avtaka ta gomlu bedingina liggur nær hjá okkum at spyrja, um ætlanin er at gera eina nýggja beding. Hr. Jacobsen svarar:
Nýggj beding skal nú gerast, og tað ætlast, at hon verður so sterk, at hon kann taka størri skip enn tey, sum higartil eru komin til landið.
Tað skal skoytast uppí, at tað tá henda greinin var skrivað leið móti endanum hjá virkinum hjá Absalon. Tað var eitt rættuligt bakkast fyri Absalon, at sonurin Dánjal Pauli doyði í 1936. Hann var annars ætlaður at taka yvir. Stutt eftir gavst Absalon.
Men hevði hann hildið áfram til kríggið í 1940, hevði hetta kanska bjarga virkinum, tí tá var peningur at vinna!!
Heilsan til Hensiu, Antonu og Petru
Seinastu dagarnir hava verið hildnir tríggir stórir føðingardagar í ættini hjá Absalon á Dunga í Syðrugøtu. Tvíburarnir Antona og Petra f. Mikkelsen, ommudøtur Onnu Katrinu, systir Absalon, og Petur Paula í Barbustovu, gjørdust 80 ár.
Hensia Jacobsen, verdóttir Jákup, beiggja Absalon, giftur við Biritu, gjørdist 90 ár. Tað kann sigast um tær allar tríggjar, at tær eru fróðarfólk. Henda grein skal eisini vera ein heilsa til teirra, og ynskt verður øllum trimum hjartaliga tillukku.
Kelda:
Dimmalætting 1934
Komandi partur
Í komandi Miðviku verður fyrri partur av frásøgn hjá Ingibjørg Hansen, Gøtugjógv. Hon er ættað úr Hesti og misti pápan stóra skaðadagin í 1919