Tá tú koyrir út úr Ljósá á veg norðureftir, fert tú framvið einari stórari høll, sum stendur høgrumegin tey seinastu húsini í bygdini. Í sethúsunum býr Heðin Poulsen, sum fyri 22 árum síðani stovnaði fyritøkuna Sandblásing, og í høllini hinumegin vegin er í dag bæði sandblástur og ein spildurnýggj høll til jarn-arbeiði av ymsum slagi.
Beiggi Heðin, Pauli Poulsen, tekur ímóti. Pauli er tann meiri prátingarsami av teimum báðum, og kemst tað kanska av at hann hevur búð í nógv ár í Danmark, har tað kann verða gott at duga at brúka mussaskøðið.
– Ja, hetta er so hon, sigur hann ikki heilt óerrin, og peikar upp á eina bláa og brúna maskinu, sum líkist mest av øllum einum ella øðrum frá Star Wars.
Maskinan er sett saman av einari teldustøð, nøkrum rullum av jarni, eini pressu og so tí stóra hjólinum. Maskinan bendir og bukkar jarn til øll endamál í byggivinnuni, og áðrenn hon kom til Føroya, bleiv hetta arbeiði í ein ávísan mun gjørt á staðnum, ella varð armeringin innflutt liðugt bukkað.
Skrellið hjá pápanum
At vera sjálvstøðugur vinnurekandi, er ikki nýtt hjá beiggjunum Poulsen við Ljósá. Teir hava fyri so vítt ikki roynt annað.
– Tað byrjaði, tá pápi okkara gjørdist álvarsliga sjúkur. Hann hevði skrellikoyringini fyri Norðstreymoy og Norðureysturoy, og onkur mátti taka yvir, fortelur Pauli.
Tað bleiv í fyrsta umfari Pauli, sum tók sær av at koyra skrellið, men stutt eftir avgjørdi hann at fara til Danmarkar at útbúgva seg til fysioterapeut, so beiggin Heðin tók yvir.
Tá onnur vunnu útbjóðingini upp á skrellið, var Heðin noyddur at finna sær okkurt annað at fáast við, og eftir at hava verið til skips og havt annað fyrifalløandi arbeiði, endaði tað við, at hann stovnaði fyritøkuna Sandblásing Í 1987.
Selt tveir triðingar
Heðin rak Sandblásing sjálvur til í 2001, tá Pauli flutti heim aftur úr Danmark og fór at arbeiða saman við beiggjanum.
– Tað var kanska eitt sindur løgið at skifta fysioterapi út við sandblástur, men tá talan er um at dríva eina forrætning, er ikki so stórur munur á einari klinikk og einari fyritøku, sum tekur sær av sandblástri og líknandi, sigur Pauli Poulsen og nevnir alt tað umsitingarliga við pappírum og myndugleikum.
– Tað snýr seg í báðum førum eisini um at hava nóg mikið at gera, og at hava yvirskot bæði í pengum og orku, leggur hann afturat.
Fyritøkan Sandblásing vaks stútt og gott upp gjøgnum 90-árini, tó at kreppan fyrst í 90-árunum var hørð. Men ikki harðari enn so, at tað bleiv hórað undan, og so var Heðin tær royndirnar klókari.
Frá 2001 til árskiftið 2006/07 arbeiddu beiggjarnir saman við sandblástri, metalisering, lakering og øðrum, men so avgjørdu teir at fara at royna okkurt annað. Tosað varð við nakrar áhugaðar keyparar, og endin varð, at KJ Hydraulik í Kambsdali og Skarðhamar smiðjan í Klaksvík keypti tveir triðingar av Sandblásing. Poulsen beiggjarnir varðveittu ein triðing, men hava fyri so vítt einki við dagliga raksturin av fyritøkuni at gera longur.
– Hetta er gjørt á hendan hátt, fyri at okkara serkunnleiki kann koma nýggju høvuðseigarunum til góðar í fyrstani, sigur Pauli.
Stendur inni
Tað var eitt sindur av tilvild, at nýggja fyritøkan bleiv ein fyritøka, sum arbeiðir við at levera og benda jarn.
– Vit høvdu hug at royna okkurt nýtt, og tað kundi fyri so vítt havt verið okkurt heilt annað, men møguleikarnir at leingja bygningin her við Ljósá, vóru góðir, so tað var rættiliga skjótt greitt, at tað skuldi verða okkurt, sum kundi gerast her, fortelur Pauli.
Eftir at hava prátað aftur og fram í meira enn eitt ár, valdu teir at keypa risastóru maskinuna, sum bendir, boyggir og kappar jarn. Í einari framkomnari byggivinnu, er tørvurin á armeringsjarni og øllum møguligum formum av hesum, rættiliga stórur, og beiggjarnir vistu harafturat, at nógv av tí jarni, sum kom til Føroya, ongantíð fór undir tak. Maskinan, sum bendir og boyggir, bleiv sostatt bert ein partur av tí tilboði, sum HP Jarn, ið fyritøkan kom at eita, fór undir at bjóða fyri einum góðum ári síðani.
– Vit levera eisini vanligt riðunet, og við nýggju høllini, ber til at hava alt jarnið inni. Á tann hátt rustar tað ikki, sigur Pauli.
Levera so hvørt
Ein annar stórur fyrimunur, tá tað snýr seg um at lata jarn til byggipláss, er at HP Jarn kann levera so hvørt.
– Tá byggimeistarar bíleggja úr útlandinum, kemur øll vøran sum oftast í senn, og hon tekur nógv pláss á byggiplássinum. Tað er ikki óvanligt at armeringsjarnið verður flutt aftur og fram fleiri ferðir, men vit kunnu levera eftir tørvi, og tá kemur jarnið fyri tað fyrsta ikki at standa úti so leingi, áðrenn tað verður brúk í betonginum, og hartil er ikki neyðugt at fáa meira jarn í senn, enn tað mann skal brúka teir næstu dagarnar, sigur Pauli.
Síðani HP Jarn byrjaði, hevur verið arbeitt við at bjálvað høllina so væl sum gjørligt, og tað arbeiði verður liðugt í summar. Tað er rættiliga týdningarmikið, at høllin er so turr og heit sum gjørligt, so jarnið ikki rustar, og tí verður nógv gjørt burturúr í so máta.
– Tað hevði kanska ikki verið so alneyðugt hjá okkum at gjørt so nógv burturúr høllini, men vit vilja gjarna levera eina so góða vøru sum gjørligt, sigur Pauli, sum saman við Heðini, sjálvur hevur reist og smíðað nýggju høllina.
Kappingin
Tíðirnar eru ikki so góðan nú, sum tær hava verið, men tað ávirkar ikki so nógv HP Jarn enn.
– Tað hevur higartil verið mest til størri byggiverkætlanir, vit hava leverað, og fleiri av teimum eru ikki lidnar enn, eins og aðrir verða settar í verk næstu tíðina, so vit hava fitt at gera, sigur Pauli.
HP Jarn hevur eisini møguleika at levera jarn til vanliga sethúsabygging, og tað verður eitt av økjunum, sum tað nú eisini fer at verða satsað meira uppá.
Vit hava fyri tað mesta havt entreprenørar, sum kundar, men nú eru eisini nakrar timburmenn komnir við, fortelur Pauli.
Upp á spurningin um kappingini um armeringina og jarnið, svarar hann, at hon er eins og við nógvum øðrum er hørð, men sum er, so er stóra bendi- og kappimaskinan hjá HP Jarni tann einasta av sínum slagi í landinum, eins og riðunetini sum tey einastu standa inni, so fyritøkan hevur nøkur kappingarbarometur at spæla upp á, men prísurin er eisini týdningarmikil.
– Vit vera noyddir at kunna kappast í prísi eisini, og tað klára vit, leggur hann afturat.
FAKTA
Fyritøkan HP Jarn við Ljósá fór til verka um ársskiftið 2006/07. Tað eru beiggjarnir Heðin og Pauli Poulsen, sum eiga og reka fyritøkuna, eftir at teir hava arbeitt saman í nøkur ár við fyritøkuni Sandblásing. Meginparturin av Sandblásing er nú seldur, og teir báðir arbeiða burturav við levera armeringsjarn til byggivinnuna.