Eins og aðrastaðni royna donsku heilsumyndugleikarnir at fáa ungfólk at halda sær frá sigarettunum.
Tað hava heilsumyndugleikarnir á Bornholm eisini gjørt. Tað hevur víst seg, at fleiri ung hava gjørt eftir tilmælinum, men at tey eru farin at roykja vatnpípu ístaðin fyri sigarettir. Í vatnpípuni er súreplatubbak, men eisini nikotin og tjøra. Men tað ber eisini koyra ymisk smakkievni í pípuna, so tað smakkar av eitt nú tyggigummi ella kaffi.
Ein studentaskúlanæmingur á Bornholm sigur við danska útvarpið, at sigur seg kenna fleiri, sum hava lagt sigarettirnar frá sær, og sum eru farin at roykja vatnpípu ístaðin fyri. Nakað man vera í tí, tí ein handilsmaður í býnum Rønne sigur við útvarpið, at hann hevur selt átjan vatnprípur seinastu mánaðarnar.