Frá skúla í tingið

Schønning D. Eysturoy gongur í 9. flokki í Eysturskúlanum. Honum dámdi væl tiltakið "Ungdómsting", tí ung fingu møguleika at siga sína hugsan og áskoðan.

Schønning sat í mentanarnevndini og arbeiddi fyri, at fólkaskúlarnir skuldu fáa teldur við nútímans tøkni.
 Tørvur hevur verið á slíkum tiltaki. Á henda hátt verður ljós varpað á trupulleikar í skúla og ferðslu. Vit hava lært nógv, m.a. hvussu alt er skipað í tinginum, sigur hann.

Á tingi fullu tvey mál  styttri skúlagongd og betri arbeiðsumstøður í skúlanum. 32 ungdómar luttóku í trimum bólkum. 10 mál vórðu viðgjørd.
Næmingunum dámdu væl tiltakið. Teir fingu prát við løgmann og landsstýrismenninar. Evni vóru um skipan fólkaskúlans, andakt í fríkorterunum, hámarksferð á prutlum og fyribyrging.

Schønning heldur, at hetta skal verða eitt afturvendandi tiltak. Eisini hevði verið stuttligt, um næmingar í bygdasamfeløgum høvdu luttikið.
 Øll hava ymsar meiningar. Tað er týdningarmikið, at øll sleppa framat. Har hava tey kanska tørv á øðrum, sigur Schønning.
Spurdur um hann kundi hugsað sær tílíkt starv í framtíðini, svarar hann:
 Nei, hetta er ikki rættiliga eg, men eingin veit, sigur Schønning D. Eysturoy at enda.