ÚTGÁVA
Í Fróðskaparriti 48, sum júst er komið, eru hesa ferð trettan greinir, ið fara víða um innan føroyska granskingarheimin, fýra innan hugvísindi, ein innan læknavísindi og sjey innan náttúruvísindi.
Málfrøðingarnir Jógvan í Lon Jacobsen og Hjalmar P. Petersen hava skrivað hvør sína grein, tann fyrra er um Tjørnuvíksmál og hin seinna um samansett sagnorð.
Aftur hesa ferð hava doktaralesandi nýtt høvið til at lata ritinum greinir, skrivaðar sum liður í útbúgving teirra. Hetta er galdandi fyri Kirsten Brix við greinini Hans Andrias Djurhuus: Álvaleikur; Onnu Mariu Fosaa, ið gevur eitt yvirlit yvir føroysk plantusamfeløg; og Eilif Gaard og Petur Steingrund, ið viðgera nøringina hjá toskinum á landgrunninum.
August Wang og fólk afturat honum hava eina grein um leitan eftir ílegumøguleikum á útvaldum kromosomum hjá føroyskum sinnissjúklingum.
BioFar hevur seinastu árini havt fast pláss í Fróðskaparritum til avrik frá hesi stóru og týðandi verkætlan. Í 48. bók eru tvær greinir, har Jan Sørensen saman við øðrum listar kanningarstøðini frá BioFar 2 verkætlanini, og Tór Eilin Lein saman við øðrum hevur skrivað um títtleikan av dýra- og tarasløgunum á klettastrond.
Ingvar Svanberg viðger, hvussu snjófuglur verður brúktur til matna.
Í nógv ár hevur Jens-Kjeld Jensen arbeitt sum fuglaútstappari í Nólsoy, men hann hevur eisini onnur áhugamál. Í ritinum hevur hann eitt yvirlit yvir blómuflugur og loppur við myndum.
Maria Dam frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hevur fylgt gongdini viðv. innihaldi av kyksilvuri í tvøsti og organokloridum í spiki.
Bergur Hanusson, djóralækni, hevur kannað sníkar í seyði og skrivað stóra grein við fitt av myndum av ymisku sníkunum.
Dorete Bloch, fil.dr., er ritstjóri á Fróðskaparriti. Fróðskaparrit 48 er 201 síður. Haldaragjaldið er 165 kr. um ári. Í leysasølu kostar ritið 195 kr. Mentunargrunnur Landsins gevur Fróðskaparrit út, og Bókamiðsølan hevur søluna um hendur.
ÚTGÁVA
Turið Kjølbro