Fróðskaparsetrið skal nú eisini hava undirvísing í Sandoynni

Næsta ár skal Fróðskaparsetur Føroya eisini hava undirvísing í Sandoynni. Tað hevur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, nú greitt fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, í sambandi við at Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár.

 

Fíggjarnevndin hevur víst á, at peningur hevur verið settir av til at seta eina listaútbúgving á stovn í Sandoy og tí vildu tey hava at, vita, hvat peningurin er brúktur til. Rigmor Dam ásannar, at eingin listaútbúgving er sett á stovn í Sandoy, og sostatt er játtanin ikki brúkt til ætlaða endamálið.

 

Hinvegin er ætlanin at hava stovna ein háskúla í Sandoy næsta ár. Tað verður felagið, Veltan, sum stendur fyri tí. Veltan er eitt felag í Sandoynni fyri fólk, sum dyrka grønmeti og annars hava ymsar heimavirkaðar matvørur at selja. Sostatt er játtanin upp á 2,5 milliónir til ætlaða listaskúlan, flutt til hendan nýggja háskúlan.

 

Men næsta ár fer Fróðskaparsetrið at seta eina útbúgving í list á stovn, og eftir ætlan skal ein partur av undirvísingini í list, verða í Sandoynni, sigur Rigmor Dam. Og á fíggjarlógini fyri næsta ár er ætlanin at seta eina millión av til tað endamálið.