Frískligt hjá ferðafólki

Tíðliga í morgun var fitt av vindi, og tað var ikki sørt, at landnyrðingurin hevði hug at ríva í bakkan undir kampingplássinum Yviri við Strond í Havn.

Um hetta kendist sum eitt upplivilsi fyri fólk, sum búgva í hesum vognum um dagarnar - ella, um vindur og aldubrot kendust ræðandi, sigur søgan einki um.

Í øllum førum tóktist, sum um brotini nærkaðust kampingplássinum, men ivaleyst hevði myndin sæð eitt sindur øðrvísi út, um hon var tikin niðri á sjálvum plássinum.

Herfyri segði borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, at kampingplássið Yviri við Strond skjótt fær nýggjar instalatiónir og dagførd hølir.

Heðin Mortensen nevndi eisini, at kommunan hevur onnur økir í høvuðsstaðarøkinum í huga, men at eingin støða er tikin til, hvussu verður við hesum.

At enda róði borgarstjórin fram undir, at tað eisini hevði verið ynskiligt, um privatir fóru í holt við slíkt virksemi í høvuðsstaðarøkinum.