Áhugin fyri stórslignu jólakonsertini við íslendsku Fróstrósum er sera stórur, og konsertin í Norðurlandahúsinum varð útseld beinanvegin. Í dag verða atgongumerki til eykakonsert sett til sølu.
26. november hava Fróstrósur jólakonsert í Føroyum, og í gjár vórðu atgongumerkini til konsertina sett til sølu. Og tað gekk skjótt at selja øll atgongumerkini, og konsertin er útseld. Tey, sum skipa fyri, hava sett eina eykakonsert á skránna fyrr um dagin tann 26. November, og atgongumerkini til hesa konsert verða sett til sølu í dag kl. 11.00 umvegis heimasíðuna hjá Norðurlandahúsinum og á Kunningarstovum.
Fróstrósur eru nakað av tí vakrasta og flottasta, sum íslendingar hava at bjóða í jólatíðini. Í níggju ár hava Fróstrósur havt stórslignar jólakonsertir í Íslandi, og 10. hvør íslendingur er á hvørjum ári á konsert við Frostrósum upp undir jól. Skiftandi, kendir íslendskir sangarar eru við í Frostrósum, og nú Frostrósir hava 10 ára jubileum, koma tey til Føroya at hava jólakonsert í Norðurlandahúsinum.
Tveir føroyskir sangarar verða við í ferðalagnum, sum kemur til Føroya. Tað eru sangarar, sum eru sera kendir í Íslandi, og sum vit eisini kenna væl her heima. Eivør Pálsdóttir og Jógvan Hansen fara at syngja saman við íslendsku sangarunum Hera Bjórk, Jóhann Friðgeir, Fríðrik Ómar og Margrét Eir.
Meginparturin av konsertini verður við sangum, sum verða sungnir á føroyskum ella íslendskum máli.
Umframt solistarnar verður eisini serligi tónleikabólkurin hjá Fróstrósum og kór við til konsertina.