Frá studningsbúskapi til sjálvberandi búskap

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldisflokkin

Er føroyski búskapurin á veg inn í svára kreppu ella er talan um eina natúrliga tillaging, ið nú fer fram ? Er rætt við serumstøðum til partar av føroyska vinnulívinum? Skal komandi fíggjarlóg geva yvirskot ella hall ?
Hesir týðandi spurningar hava verið reistir seinastu tíðina. Talan er um spurningar, ið nema við grundleggjandi partar av okkara samfelagi. Spurningar, ið eru serstakliga viðkomandi fyri tillagingina av føroyska studningsbúskapinum til ein sjálvberandi búskap.

Búskapurin er við at finna langtíðarjavnvág
Grundarsteinarnir undir búskaparvøkstrinum undanfarnu árini hava verið nógvir - eitt nú ovurstórur tørvur á íløgum og nýtslu aftaná kreppuárini, nógv tøk arbeiðsmegi, skjót tillaging og umskipan, lágt rentustøði umframt vøkstur í fiskaprísum og -mongdum. Útgangsstøðið fyri búskaparvøkstri hevur verið gott, og hevur føroyski búskapurin seinastu árini eisini upplivað ein óvanliga stóran vøkstur.
Tá búskaparvøksturin nú er við at støðga skyldast hetta fyrst og fremst at búskapurin í mangar mátar hevur »heintað inn tað mista«. At fólk hava gjørt flestu neyðugu íløgurnar, ið lógu á láni í kreppuárunum. At nýtslan er komin á eitt hægri og meira nøktandi støði og tí ikki fer at vaksa eins nógv í komandi tíðum. At tað tilfeingið ? serstakliga arbeiðsmegi ? ið bara bíðaði eftir at verða nýtt í kreppuárunum, nú verður nýtt o.s.fr. Sostatt er føroyski búskapurin nú við at finna aftur til eina langtíðarjavnvág, har virksemið ikki verður ávirkað av óvanligum umstøðum so sum ovurstórum tørvi á at »heinta inn tað mista« ella umfatandi kreppustøðu.

Partar av vinnulívinum trupulleikar
Men minkingin í búskaparvøkstrinum sær út til at gerast størri enn væntað. Orsøkin er, at samstundis sum føroyski búskapurin er við at finna aftur til sína langtíðarjavnvág hava partar av vinnulívinum rent seg í trupulleikar. Alivinnan er sum kunnugt í kreppu, rækjuflotin hevur í longri tíð havt trupulleikar og eisini vísa fiskaprísirnir seg ikki frá síni bestu síðu í hesum døgum. Hetta er alt við til at trýsta inntøkurnar, virksemið og búskaparvøksturin niður.
Hetta eru tó somuleiðis faktorar, ið kunnu vísa seg frá eini betri síðu eftir lutfalsligari stuttari tíð ? rækjuvinnan kanska undantikin.

Tryggari búskapur
Hinvegin er greitt, at føroyski búskapurin er á væl tryggari grund í dag, enn í 80?unum. Eitt nú eru peningastovnarnir væl fyri, samlaða uttanlandsskuld føroyinga er broytt til stóra uttanlandsogn, almennu veðhaldini eru so at siga søga, stór almenn uppsparing er veruleiki, og vit hava í dag eina røð av væl virkandi og væl konsolideraðum fyritøkum. Eisini er vinnulívið í dag munandi minni heft at almennum studningi.

Tørvur á betri
vinnupolitikki
Enn eru vit tó langt frá at koma á mál tá umræður ein búskapar- og vinnupolitikk, ið skal tryggja fullgóða nýtslu av teimum framleiðslufaktorum ? eitt nú arbeiðsmegi, náttúrutilfeingi og kapitali - ið finnast í og uttanfyri Føroyar.
Heldur enn at hava javnbjóðis vinnukarmar, ið tryggja at framleiðslufaktorar leita har teir skapa størstu virðisøkingina, so hava vit í dag fleiri avlagandi serskipanir. Dømi um hetta eru flutningsstuðul, skattalætti og ójavnbjóðis fiskiloyvisskipan, ið galda fyri ávísa vinnulívsgrein. Hetta er stuðul, ið merkir, at tað helst verða nýttir fleiri framleiðslufaktorar í hesi vinnu enn neyðugt er fyri at framleiða somu mongd. Harvið verða somuleiðis færri framleiðslufaktorar til virðisskapan aðrastaðni í samfelagnum. Hetta tryggjar ikki fullgóða troytan av føroyska tilfeinginum.

Skal tað almenna blanda seg ?
Búskaparfrøðingar eru ymsir á máli um, hvørt vinnulívið bert skal verða stýrt av marknaðinum, ella um tað umvegis politikk er rætt at stimbra ávísar vinnugreinir.
At geva tí størstu og best grundaðu vinnugreinini serumstøður er undir øllum umstøðum sera torført at grundgeva fyri vinnu- og búskaparpolitiskt. Sagt hevur verið, at fiskivinnan ikki kann klára seg uttan hesar sersømdir, men søgan hevur víst okkum at so er ikki. Tvørturímóti. Føroyska fiskivinnan er vorðin nógv meira kappingarfør og framkomin, so hvørt sum studningsskipanirnar eru vorðnar færri.
Hinvegin kann umhugsast at geva ávísum nýggjum, alternativum vinnum serumstøður í eitt avmarkað tíðarskeið, fyri soleiðis at geva hesum eina »góða byrjan«.
Hetta kann bera við sær, at vinnulívsfólk fáa áhuga fyri at royna nýggjar leiðir, og kann somuleiðis síggjast sum ein hjálp til nýggjar vinnugreinir at fáa ein »fót innum« á marknaðinum, ið ofta verður stýrdur av stórum, peningasterkum fyritøkum.
Men tílíkar serskipanir bera somuleiðis vansar við sær. Tað er nærum ómøguligt hjá politisku myndugleikunum at vita júst hvør nýggj vinnugrein samfelagsliga er »røtt« at stuðla uppundir. Stórur vandi er tí fyri at framleiðslufaktorar, tíð og orka verða nýtt innan eitt útvalt vinnulívsøki, hóast hesi vórðu betur nýtt aðrastaðni. Tí er ivasamt hvussu tílík vinnutiltøk gagna í longdini. Eisini vísir søgan okkum, at torført er at koma burtur frá serligum skipanum, ið vórðu ætlaðar av verða tíðaravmarkaðar.
Javnbjóðis treytir til allar vinnugreinar má tí verða útgangsstøðið.
Neyðugt er sostatt við einum broyttum vinnupolitikki, um vit við teimum framleiðslufaktorum, ið eru tøkir, skulu fáa eina størri virðisskapan ? og harvið fíggjarligt rúm til meira vælferð.

Yvirskot ella undirskot á fíggjarlóg ?
Til spurningin um komandi fíggjarlóg skal hava undirskot ella yvirskot, so vísti Helgi Abrahamsen í grein í undanfarnu viku á trupulleikan við at gera fíggjalóg við undirskoti fyri komandi ár. Hinvegin hevur formaðurin í Búskaparráðnum ? Herman Oskarson - víst á leiklutin hjá tí almenna sum »stabiliserandi« fyri búskapin. Tí metur hann tað ikki verða skaðandi at hava undirskot á fíggjarlógini, nú búskapurin er við at kólna.
Báðir hava rætt ? hvør á sín hátt. Reint »konjukturpolitiskt« er rætt, at tað ikki er nakar trupulleiki fyri landið, um almennu fíggjarlógirnar hava undirskot tá búskapurin hevur niðurgongd ? heldur tvørturímóti. Hinvegin er hetta ein trupulleiki í mangar aðrar mátar.
Tí føroyski búskapurin er í dag heftur av einum studningi úr útlondum ? einum studningi, ið er um 17% av inntøkunum hjá landskassanum, um 6% av BTÚ - brutto. Politiska málið er at gerast eitt sjálvberandi samfelag í allar mátar, og tí eisini at skipa ein búskap, ið er óheftur av hesum studningi, ið eins og studningur til vinnulívið hevur eina avlagandi ávirkan á búskapin.
Politiskur meirluti er ikki í løtuni fyri at skerja blokkin og samstundis laga útreiðslur og inntøkuskapan hareftir. Tí er neyðugt at tillaga útreiðslur og inntøkuskapan fyrst, fyri síðan at skerja blokkin tá hetta verður politisk møguligt.

Sjálvbjargniskósin krevur yvirskot
So hóast tað politiskt er sera trupult at smíða fíggjarlógir við yvirskotum ár eftir ár ? vegna stóra trýstið á landskassan, ið altíð vil verða ? er alneyðugt at halda áfram við hesum, um vónirnar um eina studningsfría fíggjarlóg og ein sjálvberandi búskap skulu gerast veruleiki. Og hesar vónir gerast veruleiki ? um bert politiski viljin er til staðar.
Tað, ið krevst er, at landshúsarhaldið fylgir sjálvsagdu regluni ? ið øll húsarhald dagliga mugu halda seg til ? sum sigur, at útreiðslurnar ikki skulu gerast størri enn inntøkurnar, og harvið ikki at nýta meira enn tað vit sjálv skapa fíggjarligt rúm fyri í Føroyum.
Hetta er tað, ið krevst fyri at fara frá einum studningsbúskapi til ein sjálvberandi búskap ? og harvið koma nærri einum sjálvbjargnum Føroyum.