Frá symfoni til Prix

Lawetz tryggjaði sær leygarkvøldið eitt pláss í hálvfinaluni. Teir spæla popputan rocktónleik við íblástri frá millum annað Dave Matthews Band. Tað serliga við Lawetz er, at ikki færri enn fýra av teimum seks tónleikarunum spæla eisini við í Føroya Symfoniorkestri

Spenningurin var stórur leygarkvøldið um, hvør fór at fáa finaluplássið og ikki minst annað plássið. Sum kunnugt var tað Bracket, sum reyk avstað við sigrinum, og hesuferð gjørdist tað Lawetz, sum sleppur at royna enn einaferð at sleppa uppum høgu gáttina til finaluna í Norðurlandahúsinum, tí teir gjørdust nevniliga nummar tvey, og sleppa at royna seg í hálvfinaluni.
Lawetz siga seg sjálvar spæla popp/rock við eitt sindur av funk. Seks mans fóru leygarkvøldið á pallin, har teir høvdu áskoðararnar í teymum, meðan teir svingaðu seg ígjøgnum fimtan minuttir av tónleiki.
? Eg haldi, vit eru væl nøgdir. Tað er flott klárað halda vit at gerast nummar tvey, tá tað er fyrstu ferð vit eru við, sigur Høgni Reistrup, sangari í Lawetz.

Proppurin

Ein himmalvíður munur er á at spæla í Føroya Symfoniorkestri, og síðani til eina Prix luttøku. Men Symfoniorkestrið hevði eisini sín lítla fingur við í spælinum hjá Lawetz leygarkvøldið.
Tað vóru nevniliga nógv sum undraðust, tá Høgni tók nakað, sum mest líktist eini súkklupumpu í hondina. Henda »súkklupumpan« gav eitt ljóð frá sær, sum tá ein sjampagnufløska verður trekt upp.
? Ljóðførið verður kallað fyri sjampagnuproppurin, og verður hann nýttur tá Symfoniorkestrið spælir Champagnegaloppen hjá Lundbye, greiðir Høgni frá.
Eisini nýtti bólkurin ein sokallaðan »rainstick«, sum ikki so ofta er at síggja á palli.
? Orsøkin til, at vit nýta hesi ymisku ljóðførini er, at vit vilja royna okkurt, sum ikki er so vanligt, sum vit annars halda, hóskar seg væl inn í tónleikin hjá okkum. Eisini tað, at vit hava ein trombon spælara við er nakað serligt, tí tað er ikki nógv at síggja. Vit halda, at tað er gott ikki bara at hava tað vanliga við á pallinum.
Men hvør er orsøkin til, at fýra mans, sum spæla í einum heilt øðrvísi orkestri, nevnilga Føroya Symfoniorkestri, fara at spæla hetta slagið av tónleiki?
? Okkum dámar væl tað, at man bæði kann spæla klassiskt og rútmiskan tónleik. Soleiðis, at tað ikki gerst so svart og hvítt, sum tú spælir, men at tú heldur kombinerar tað, sigur Høgni Reistrup.
Tað er Høgni sjálvur, sum skrivar allar tekstirnar og smíðar øll løgini. Síðani ger restin av bólkinum løgini til soleiðis, at tey hóska seg til eitt orkestur.
? Íblásturin kemur frá so nógvum. Vit lurta allir eftir ymsum tónleiki, tað verið seg klassiskt, jazz og so tað meira villa. Um eg skal samanbera okkum við nakran bólk, so vil eg siga Dave Matthews Band, fortelur Høgni.
Nú verður so vant til hálvfinaluna tann 15. februar. Høgni sigur, at væntandi verður tað somu sangirnir, sum skulu venjast meira, so allir smáfeilir verða tiknir burtur og so framvegis.
? Trummuspælarin hjá okkum býr niðri. Hann lesur percussion niðri, so vit hava ongan trummuspælara sum er, so vit mugu fáa at síggja, um hann kann koma uppaftur um ein mánaða, sigur Høgni Reistrup, sangari í Lawetz at enda.