Frítíðarskúlin er ikki ein skúli

? Tá børnini koma til okkum, hava tey fingið frí úr skúlanum. Vit eiga og skulu virða frítíðina hjá børnunum, sigur Ann-Elisabeth Joensen, leiðari á frítíðarskúlanum og næstformaður í Føroya Pedagogfelag. Hon leggur dent á, at ein frítíðarskúli als ikki hevur nakað sum helst við ein fólkaskúla at gera

Ann-Elisabeth Joensen, leiðari á frítíðarskúlanum í Hornabø, sigur, at tað er av alstórum týdningi, at rætturin hjá børnunum til frítíð verður virdur. Og at vaksin virða sjálva frítíðina hjá børnunum.
? Ein frítíðarskúli hevur onki sum helst við ein skúla at gera, og eg má viðganga, at eg slettis ikki veit, hví tað eitur frítíðarskúli. Eg hevði viljað, at hatta orðið hvarv, tí eg áni ikki, hvaðani tað er komið, sigur hon.
Um ein hyggur í endamálsorðingina fyri pedagogútbúgvingina ella í dagstovnalógina, so finnur ein ikki orðið frítíðarskúli. Men frítíðarheim.
Ann Elisabeth heldur, at tað rætta var, at stovnurin fekk navnið frítíðarheim ella frítíðarstovnur. Tí talan er um ein dagstovn, har børn koma at verða í teirra frítíð, til foreldrini eru liðug at arbeiða.
? Frítíð er ein rættur hjá børnunum, staðfestir hon.

Hvør sín útbúgving
Ann Elisabeth sigur, at tað er stórur munur á, førleikunum hjá einum pedagogi og einum lærara.
? Vit hava hvør sítt øki, tá tað kemur til at arbeiða við børnunum, staðfestir hon.
Lærarar verða útbúnir til undirvísing og fakliga frálæru, meðan pedagogiska útbúgvingin leggur dent á uppalingina og menningina av barninum og ger, at pedagogarnir hava ein førleika til at eygleiða og skapa trivnað fyri einstaka barnið.
? Uppgávan hjá okkum er at menna tey skapandi evnini hjá børnunum við atliti at styrkja teirra samleika, sjálvsvirði, sjálvkenslu og evni til at taka sær av egnum viðurskiftum. Okkara fakligi førleiki ger okkum før fyri at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum. Tað er styrkin hjá okkum, sum eru pedagogar, sigur Ann Elisabeth.
Hetta eru eisini førleikar, sum Ann Elisabeth leitar eftir, tá hon skal seta fólk í starv á frítíðarskúlan.
Endamálsorðingin fyri lærararnar sigur í stuttum, at lærarar skulu útbúgvast til fólkaskúlan og at leggja støði undir undirvísing í øðrum skúlaformum. Meðan endamálsorðingin fyri pedagogar sigur, at pedagogar skulu útbúgvast til vøggustovu, barnagarðar, barna og frítíðarheim, stovnar til børn við breki, viðgerðarstovnar og annað námsligt virksemi. Umframt hetta at geva tann greinliga námsliga førleika, ið er neyðugur at leggja ætlan um og menna uppalingarvirksemi við børnum, ungum og vaksnum í samfelagnum, har tey búleikast ella á einum og hvørjum stovni.
? Bæði lærarar og pedagogar hava námsfrøði, men tað er innan fyri hvør sítt øki. Lærarin til undirvísing og frálæru og pedagogurin til at uppala og menna tað einstaka barnið, sigur Ann Elisabeth.
Hon dylir ikki fyri, at setanin av læraranum í frítíðarskúlanum á Tvøroyri er eitt afturstig fyri tosið um samstarv millum Pedagogfelagið og Lærarafelagið.
? Hatta hevur skapt ónøgd, og eg haldi ikki, at landsins myndugleiki hevur skilt, hvat ein frítíðarskúli í veruleikanum er, sigur hon.
Samstundis spyr hon, hvat endamálið er við at útbúgva pedagogar, um ongin munur skal vera á størvunum sum lærari ella pedagogur. So kundi alt bara verðið lagt saman sum ein og sama útbúgving. Tað hevði hon kunnað hugsað sær at hoyrt frá Lærarafelagnum um.
? Men eg má siga, at eg dugi ikki at síggja frítíðarskúlan uttan fyri dagstovnalógina, sigur Ann Elisabeth Joensen, leiðari á frítíðarskúlanum í Hornabø og næstformaður í Føroya Pedagogfelag.

Fyrimynd í ES
Herfyri vísti formaðurin í Føroya Lærarafelag á, at børn kundu gjørt teirra skúlating í frítíðarskúlanum.
Ann-Elisabeth sigur hon, at um eitt barn setur seg at gera skúlating, meðan tað er hjá teimum, er tað ongin, sum hindrar tí.
? Okkara tilboð skulu vera so góð, at børnini als ikki hugsa um skúlan, meðan tey eru hjá okkum, sigur Ann-Elisabeth og vísir á, at á frítíðarskúlunum arbeiða tey við teimum skapandi evnunum hjá børnunum, og eru møguleikarnir fyri at menna tað einstaka barnið tískil góðir.
Frítíðarskúlarnir kring landið hava eitt tætt samstarv og hava regluligar fundir, har leiðararnir hittast.
Allir leggja teir dent á at hava eina breiða viftu av tilboðum til børnini, so børnini hava nógv at velja ímillum, meðan tey eru á frítíðarskúlanum.
? Men her skal sigast, at á øllum frítíðarskúlum verður dentur fyrst og fremst lagdur á tað fría spælið hjá børnunum, sigur Ann-Elisabeth.
Ann-Elisabeth samanber tað við fyrr. Tá børnini vóru úti á gøtuni og spældu og fóru so líka heim at spæla ella okkurt líknandi. Tað er tað sama við frítíðarskúlanum. Tey gera sjálvi av, hvat tey gera, og hava frítíðarskúlan at koma aftur til.
Tey hava eina ávísa fríheit, meðan tey eru á stovninum, og tey vaksnu eru altíð tilstaðar og eygleiða tey. Bæði menningina og trivnaðin.
Ann-Elisabeth er í einum norðurlendskum bólki, sum eitur NLS. Ein bólkur, sum umboðar øll fakfeløg í Norðurlondum. Hesin bólkurin arbeiðir við at gera ein bókling til ES, sum lýsir barnalívið í Norðurlondum.
Hon sigur, at tað hevur vakt stóran áhuga hjá hinum londunum, at frítíðin hjá børnunum verður raðfest so høgt í Føroyum. Hon tekur heildagsskúlarnar sum eitt dømi upp á vantandi virðing fyri frítíðini hjá børnunum.
? Norðanlond eru í roynd og veru ein fyrimynd fyri ES londunum, tí har verður faklig innlæring raðfest alt ov høgt. Við tað at børnini, sum ganga í heildagsskúlum, verður teirra frítíð gloymd í øllum hesum.
- Tað mugu vit fyri alt í verðini ikki fáa í Føroyum, staðfestir Ann-Elisabeth og leggur afturat, at har standa øll norðanlondini saman.
? Tú virðir ikki børnini, tá tú ikki virðir teirra frítíð. Tey skulu mennast saman við øðrum børnum, slær Ann-Elisabeth Joensen fast.