Á 10 ára hátíðarhaldinum fyri Frítíðarskúlan í Hoyvík fríggjadagin, fekk eg høvi at bera fram eina heilsan frá Tórshavnar Kommunu, og at takka leiðslu og starvsfólkinum fyri, at hesin stovnur hvønn dag hesi seinastu 10 árini hevur bjóðað børnum og ungum í Hoyvíkini eitt ríkt stað at mennast og trívast.
Hvønn dag koma omanfyri 100 børn úr fyrsta til triðja flokk í fríðarskúlan í Hoyvík eftir skúlatíð, og tey trívast avbera væl. Her verður arbeitt eftir greiðum miðum og málum, og gerandisdagurin er fjølbroyttur og stuttligur. Her er gott at vera!
Tøkk fyri og hjartaliga tillukku til tykkum øll, leiðslu, starvsfólk, brúkarar og foreldur.
Klubb 188 og ungdómurin
Og so mugu vit ikki gloyma Ungdómsklubban Klubb 188, sum eisini húsast í frítíðarskúlanum í Hoyvík. Eisini hesa uppgávu lyfta leiðsla og starvsfólk til UG.
Tað var eitt frambrot, tá ið Klubb 188 varð settur á stovn. Nú fingu tey ungu her á leiðini eitt stað at savnast um kvøldarnar til síni frítíðarítriv og áhugamál. Og undirtøkan fyri Klubb 188 veksur við risaferð.
Fyrr í ár longdu vit um upplatingartíðirnar, so at Klubb 188 kann hava opið týskvøld frá kl. 19 til kl. 23 og fríggjakvøld og leygarkvøld frá kl. 19 til kl. 02. Og Mentamálanevndin gjørdi eisini av at lata upp eitt ungdómstilboð í Kollafirði.
Tað er ein sannroynd, at tey ungu hava ov fá støð at savnast og at vera saman til kvøldarítriv og vikuskiftishugna í Tórshavnar Kommunu. Alsamt meira ljós verður varpað á týdningin av mennandi og fyribyrgjandi arbeiðið millum ung í Havn.
Klubb 188 opið fleiri dagar um vikuna
Vit eiga longu í hesum ári at bera so í banda, at Klubb 188 kann hava opið 4 ella fimm dagar í vikuni. Tað er eitt mál, sum vit sum kommuna skulu loysa beinan vegin, saman við starvsfólkunum í Klubb 188 og saman við teimum ungu.
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevnd Tórshavnar Kommunu.