Frítíðarskúlin opin í summarfrítíðini

Børn í Tórshavnar Kommunu, sum nú ganga í 1. flokki, sleppa nú eisini í frítíðarskúla í summarfrítíðini

Børnini í Havn sleppa í Frítíðarskúlan í Hoyvík í summarfrítíðini, um tørvur er á tí. Tað er eftir áheitan frá fleiri foreldrum, at kommunan nú, fyri fyrstu ferð, eisini bjóðar ansing í vikunum 27,28 og 29.

- Vit eru vorðin samd um, at tørvurin kanska er størstur í Hoyvík, tí her eru so nógvar barnafamiljur. Tískil er tað okkara frítíðarskúli, sum verður opin, sigur Levi Mørk, leiðari í frítíðarskúlanum í Hoyvík. Hann vísir eisini á, at karmarnir hjá teimum eru góðir, og at tey eitt nú hava fingið ítróttarhøllina í Hoyvík til endamálið.

- Vit koma at hava opið millum kl. 8 og 17, og longu nú hava fleiri tikið av hesum tilboði, sum ikki kostar foreldrunum nakað eyka, sigur Levi Mørk.

Sagt verður eisini, at børn frá øðrum frítíðarskúlum í Tórshavnar Kommunu, kunnu boða frá hjá tí frítíðarskúla har børn teirra ganga, tí bæði børn og starvsfólk úr allari kommununi verða knýtt at stovninum í Hoyvík hesar vikurnar.