Leila Solmunde, formaður
Frítíðarundirvísing sum vanliga hevur verið eitt tilboð til allar borgarar í flest øllum kommunum er nú á breddanum í kjalavørrinum av at sparingar skulu fremjast í kvøldskúlaskipanini hjá Tórshavnar kvøld og ungdómsskúla.
Orðið frítíðarundirvísing sigur nakað um nær undirvísingin er skipað, nevniliga í frítíðini, t.v.s. kvøld ella vikuskiftið. Øll fólk ynskja innihald í sín dagligliga dag og í sína frítíð. Tá veturin nærkast streyma fólk til ymisk tilboð, sum kommunan bjóðar sínum borgarum.
Undirvísingin er skipað undir eina lóg, og við ymsum treytum, sum eg ikki skal fara inn á, men bert vísa á, at í § 2 stendur at tann almenna frítíðarundirvísingin skal tryggja íbúgvunum í einari kommunu eitt fjøllbroytt tilboð um undirvísing í teimum evnum sum íbúgvarnir ynkja undirvísing í, onki stendur um, at íbúgvarir við breki eru undantikin.
Somuleiðis verður í § 11 víst til, at tilboð um frítíðarvirksemi skal vera fyri øll børn og ung undir 25 ár, onki stendur um, at børn við breki eru undantikin. Tí vil tað verða heilt nátúrligt, at ein kommuna bjóðar øllum sínum íbúgvum eitt tilboð, sum er skipað undir frítíðarundirvísingini.
Eg vil síðan gera nakrar viðmerkingar til ta ábyrgd sum almennir myndugleikar og harvið kommunurnar hava fyri sínum borgarum. Tað er ein farin tíð, at fólk við breki verða bólkaðir fyri seg og merktir sum almennir klientar. Í dag eigur almenni myndugleikin, hvør á sínum øki at taka ábyrgd fyri borgarnum, eisini teimum við ein hvørjum breki.
Í Fyrimyndarreglunum hjá ST, um at útvega javnlíkar møgulikar fyri fólk við breki stendur, at endamálið við reglunum er at tryggja, at gentur og dreingir, kvinnur og menn, ið eru brekað, sum borgarar í einum samfelagi kunnu njóta somu rættindi og skyldur sum onnur. ST reglarnar eru eisini galdandi fyri Føroyar.
At kommunan fær endurrindað 100% fyri undirvísingina sum hevur við brek at gera, undrar meg tí stórliga. Hevur kommunan ikki somu ábyrgd fyri hesum borgarum eins og teimum borgarum sum bert 50% verður endurrindað fyri.
Tað vísir seg, at tá tað hevur við brek at gera er tað beinanvegin ein landsuppgáva, og tá rennur kommunan møguliga undan síni ábyrgd á økinum. Eg vildi mett at meirútreiðslur, sum standast av at skipa frítíðarundirvísing fyri fólk við breki er ein landsuppgáva, meðan tilboðið frá kommunum til borgaran við breki ikki skal standa aftanfyri tilboðið til borgaran uttan brek.
Tað er at diskriminera, tá bert nøkur fólk í eini kommunu fáa tilboð meðan onnur eru undirløgd serligum gjaldstreytum. Kommunurnar hava eisini ábyrgd á økinum, og landsmyndugleikin eigur at áleggja kommununi hesa ábyrgd.
Mín meting er, at borgarar í kommunum sum ikki hava førleika t luttaka í tí vanliga tilboðnum, fáa eitt tilboð, sum er nøktandi fyri viðkomandi, og at tað tá er ein landsuppgáva at gjalda meirútreiðslurnar av hesi undirvísing, meðan kommunan hevur ábyrgdina av at gjalda síni 50% sum vanligt fyri allar sínar borgarar.
Til síðst fari eg at heita á landsmyndugleikarnar at endurskoða Løgtingslóg nr. 70 frá 30. juni 1983 um frítíðarundirvísing v.m. serliga við atliti til at broyta stuðulsbýtið millum land og kommunu.