Frætt okkurt um neyðtøkumálini

Kriminalpolitiið hevur fingið nøkur prei viðvíkjandi ókenda unga manninum, sum í seinastu hevur gjørt í hvussu eru tryggjar neyðtøkuroyndir

Fríggjakvøldið tók kriminalpolitiið tað ovanliga stigið at fara í Dag og Viku í sjónvarpinum at eftirlýsa ein mann.
Tað er ein ókendur maður, sum hevur gjørrt í hvussu er tríggjar neyðtøkuroyndir av sera grovum slag, og politiið ber ótta fyri, at verður maðurin ikki steðgaður, kann hann finna uppá at gera tað aftur.
Seinasti tilburðurin, sum politiið veit um, var næstseinastu sunnunátt. Ein genta var á veg eftir gøtuni Hálsatjørn millum R. C. Effersøesgøtu og niðan móti Konmansmýru. Har var ein maður, sum bað hana læna sær telefonina. Hon ætlaði at hjálpa, men so feldi hann hana.
Ein annar tilburður var nakrar dagar frammanundan aftan fyri gomlu politistøðina í Havn, og ein var eisini við Gundadalshøllina.
Politiið kann við nøkulunda vissu siga, at sami maðurin í øllum trimum førunum hevur verið upp á spæl, tá ið framferðin var tann sama.
Kvinnurnar hava lýst mannin soleiðis: Hann er umleið 175 cm høgur og sterkur, 20-25 ára gamal, ljósabrúnt hár.
Næstseinasta sunnumorgun var hann í hvítari blusu, ikki í jakka.
Kriminalpolitiið hevur frætt okkurt frá vitnum um mannin, og hesi prei verða nú kannað.