Í samrøðu við Sosialin greiðir Høgni Tausen frá um vanlukkuna, sum rakti tey, tá eldur kom í hús teirra.
Tað var hin 22. mai í fjør, at eldur kom í húsini hjá hjúnunum, Høgna og Biritu Tausen við Norðskála og alt, sum tey áttu, kolaðist upp í eldinum.
Á degnum – júst eitt ár seinni – standa eini nýggj hús reist á grundstykkinum, og flaggið er í húnar hátt.
Hjúnini, sum henda serliga dagin eru við Norðskála, gera burtur úr løtuni við smyrjibreyði og ymiskum góðum.
Her eru arbeiðsmenninir, sum byggja húsini, familja, vinir og kenningar, og borgarstjórin í kommununi er eisini og heilsar upp á familjuna.
Sosialurin fekk eitt prei um, at nakað fór at vera gjørt burtur úr løtuni, nú nýggju húsini standa reist, og flaggið henda seinnapart fór at verða vundið á stong.
- Jú, tað hevur verið eitt baks at koma her til, men vit fingu umsíðir eftir okkara tykki eina góða avtalu við Trygd, og eg haldi, at tey eisini vóru nøgd við, hvussu málið varð loyst okkara millum.
Tað sigur Høgni Tausen, sum viðgongur, at hann er bjartskygdur av lyndi og sær møguleikar heldur enn forðingar, men hann ásannar kortini, at tað er eitt stórt tak at fara undir nýbygging.
– Vit eiga nógva jørð kring húsini við Norðskála, og hetta er alt dyrkaður bøur. Hetta hevði avgjørt sína ávirkan á, at vit valdu at byggja nýggju húsini aftur á grundstykkinum, tó at hvørki konan ella eg hava røtur her í økinum, sigur hann.
Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldara kunnu lesa á www.sos.fo
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##