Frá hugskoti til veruleika

Eitt gott hugskot kann beina vegin fyri nýggjari vinnu og arbeiðsplássum, um stigtakarin fær ta neyðugu hjálpina til at koma víðari

Tað er ikki ringt at finna hugskot - at finna uppá - nógv hava roynt tað, men flestu hugskotini enda í skuffuni, og verða ongantíð viðgjørd av álvara. Orsøkin er helst, at viðkomandi sum hevur hugskotið ikki veit, hvussu víðari skal farast fram, hvørjir stuðulsmøguleikar kunnu troytast, hvussu marknaðarkanningar skipast, hvussu hugskotið kann verjast (patenterast) o.m.a. Men nú eru ráð fyri tí.

Í hesum sambandi skipar TK-Stovan saman við Dansk Teknologisk Institut DTI) fyri uppfinnarafundi, har kunnað verður um, hvørjir møguleikar eru tá ið einstaklingar ella virki halda seg hava fingið eitt gott hugskot til framleiðslu. Á fundinum verður somuleiðis greitt frá mannagongdini aftanfyri hugskotum, sum gjørdust veruleiki.

Aftaná fundin verður møguleiki fyri at tosa við umboðið frá DTI, Henning Sejer Jakobsen og Boga Nielsen frá TK-Stovuni.

Fundurin verður á Hotel Hafnia týsdagin 23.9.1997 og byrjar kl. 19.00. Luttøkan er ókeypis. Nærri fæst at vita um fundin á TK-Stovuni.