Frá sunnudegnum verður lýggjari

Køld luft við vetrarælum streymar komandi dagarnar inn yvir Føroyar av norðanætt. Seinni í vikuni troka brúgvaløg og lýggjari luft seg inn yvir oyggjarnar av vestri.

 

Í dag verður lot til andøvsgul yvirhøvur av norðri, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur turt og møguliga sólglottar. Í nátt verður lot til andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og fyri tað mesta turt. Hitin alt samdøgrið um frostmarkið.

 

Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av eystri og norðri, 3 til 8 m/s. Samdrigið og okkurt einkult kavaæl. Hitin um dagin um 2, 3 stig, um náttina millum 3 kuldastig og 2 hitastig.

 

Leygardagin verður lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s, sum út á náttina snarar í ein útnyrðing. Samdrigið og okkurt kavaæl. Hitin um dagin um 3 stig, um náttina millum 3 kuldastig og 2 hitastig.

 

Sunnudagin verður lot til andøvsgul av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum snarar í ein útsynning og sunnan. Samdrigið og okkurt ælið, partvís við vátaslettingi, seinni turt, men skýggjað. Hitin millum 2 og 5 stig. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s og tað verður regn ella vátaslettingur. Hitin fer upp í 5 hitastig.

 

Mánadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum út á dagin snarar í ein útsynning og vestan og verður lot til andøvsgul, 5 til 10 m/s. Um náttina verður eit lítið lot av ymsum ættum, 2 til 5 m/s. Skýggjað og út á dagin regn, men seinni yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.

 

Týsdagin verður lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 m/s, sum øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og sum frá líður regn. Hitin millum 2 og 7 stig.