Frá trongdarveiting til tørvsveiting

Forsorgardeildirnar hjá Almannastovuni kring landið eru afturlatnar hósdag og fríggjadag í hesi viku. Veitingarnar hjá teimum, sum eru undir forsorgini vegna arbeiðsloysi, skulu undir nýggja skipan

1. januar í ár, varð lógarbroyting í grein 9 í forsorgarlógini, sett í gildi..

Arbeiðsleys undir forsorgarlógini skulu hereftir fáa hjálp eftir tørvi, og ikki sum higartil, eina fasta veiting.

Trongardarveitingin var 125% av fólkapensiónsupphæddini, umframt viðbøtur fyri hvør barnið.

Tørvsmetingin verður útroknað fyri hvønn einstakan, og eftir, hvat viðkomandi hevur tørv á í gerandisdegnum.

Forsorgardeildirnar skulu nú rokna út, hvat hvør einstakur persónur undir forsorgarlógini vegna arbeiðsloysi, skal hava útgoldið. Tað er hetta arbeiði, ið verður gjørt í vikuni.

Kristian Magnussen, landsstýrismaður í almannamálum, sigur, at nýggja skipanin gevur eitt rættvísari býti.

- Øll fólk undir forsorgarlógini vegna arbeiðsloysi, fingu áður somu krónuupphædd, sæð burtur frá, hvønn tørv tey høvdu. Nøkur høvdu ikki brúk fyri tí, meðan onnur fingu ov lítið, sigur Kristian Magnussen.

- Nú fáa øll somu tænastu. Tørvsveitingin er ein grundupphædd, umframt ískoyti til uppihald og rímiliga fastar útreiðslur.

- Tó er eitt loft, eingin fær meir útgoldið enn í mesta lagi úr ALS, sigur landsstýrismaðurin.

- Hvussu nógv kostar umleggingin tí almenna?

- Ein ávís meirupphædd verður, men vit hava tikið hædd fyri hesum á fíggjarlógini.

- Tað týdningarmesta er, at fólk nú fáa stuðul eftir tørvi, sigur landsstýrismaðurin.

Umleið 500 fólk kring landið, eru undir hesi skipan.