BMW er nú farið undir at freimleiða eitt púra nýtt akfar. Nei, talan er ikki um ein nýggjan bil - men heldur ikki um eina motorsúkklu, um lesarin skuldi fingið mistanka til tað eftir at hava sæð myndirnar omanfyri.
? Akfarið hevur bæði tak og trygdarselar, men ein bilur er talan kortini ikki um, tí akfarið hevur bert tvey hjól.
Nei, talan er um eitt nýtt akfar, ein city-mobil ella ein auto-roller - um vit kunnu loyva okkum at nýta heitið. Navnið er C1, og á vári ár 2000 verður hetta brigdi av einum bili ella motorsúkklu veruleiki á vegunum.
Hugskotið hevur verið at gera eitt akfar, sum kann vera tað næsta ella triðja hjá familjuni. Eitt akfar, sum er lætt at koma fram við í býnum, sum er trygt at koyra í, og sum er umhvørvisvinarligt. Og tað tykist vera eydnast BMW. C1 er góðar tveir metrar til longdar og 76 cm breiður. Tú sleppur undan at finna parkeringspláss. Akfarið verður rímiliga bíligt at útvega sær, vegskatturin verður lítil, trygging og tænastukostnaður lutvís lítil, og akfarið kann koyra millum 25 og 33 km upp á liturin av bensini.
Aftur at øllum hesum kemur, at tey sekstan ára gomlu í teimum felstu ES-londunum sleppa at koyra hetta akfarið, tí motorurin er ikki størri enn 125 ccm og hevur ikki fleiri enn 15 hestakreftir.
Trygt sum í bili
Men tað forkunnugusta við C1 er uttan iva tryggleikin. Førarin situr inni í einum trygdarkliva - gjørdur av eini sterkari aluminiumsrammu. Í fremra partinum av hesi rammu er innbygdur stoytfangari, sum saman við sentrala stellbjálkanum gera, at orkan spreiðist í einum møguligum samanstoyti.
Aftur at øllum hesum situr førarin fast spentur í tveimum trygdarselum - bæði í einum tvey-punkts- og einum trý-punktssela. Selarnir krossast á bringuni.Krasjroyndir hava víst, at C1 veitir somu verju sum ein lítil bilur í frontalum samanstoyti. Við stoyti á síðuna ella aftanifrá gevur C1 eina verju, sum er størri enn hjá nøkrum øðrum tvey-hjólaðum akfari. Annars eru ætlanir um, at C1 eisini skal hava eina airbag.
C1 kann koyrast
uttan fallhjálm
Samansetingin av trygdarkliva og trygdarsela merkir, at tú kanst koyra C1 uttan fallhjálm. Í øllum førum fer fallhjálmurin ikki at økja trygdina. Tí fer BMW at søkja týska ferðslumálaráðið um at loyvi verður givið til at koyra C1 uttan fallhjálm.
Fyri at trygdin skal vera enn betur, hevur C1 skivubremsur bæði aftan og framman, og ABS-bremsur fáast eisini sum eykaútgerð. BMW var fyrsta verksmiðjan sum kom á marknaðin við ABS-bremsum til motorsúkklur, og hava teir tí nógvan kunnleika um hesa tøkni.
Tá tú situr í C1 hevur tú sama útsýni, sum um tú situr í einum bili - og í øllum veðri. Í boylanum er ein vindeygaskermur stoyptur fastur, og ein stórur viskari, sum heldur rútin frían fyri regndroparnar.
Motorurin er innkapslaður, vatnkøldur og tískil ljóðveikur eittsýlidara 4-taktsmotorur upp á 125 ccm og 15 HK, sum megnar at fáa C1 upp á eina ferð upp á 100 km/t. Orkuveitingin til bakhjólið fer gjøgnum eitt trinleyst reimtrekk.
Aftanfyri »húsið« er pláss til viðføri - kanska til eina tasku. Men har ber eisini til at hava eitt ferðafólk, um neyðugu fóthvílararnir verða monteraðir á C1. Men tann ferðandi situr sjálvandi ikki so trygt, sum førarin.
Lættari at parkera
Tá nú BMW-verksmiðjurnar leggja so stóran dent á eitt framleiða eitt øðrvísi akfar, sum C1 er tað tí, at tað upp gjøgnum 90?ini hevur verið vaksandi áhugi fyri teimum tveyhjólaðu akførunum - og ikki bert til frítíðarítriv - men eisin í aðrar mátar.
Fleiri hundratúsund, ið arbeiða á skrivstovu í stórbýnum, hava fyri langari tíð síðani fingið sær tveyhjólaða akfarið fyri lættari at kunna parkera.
Frá og við aldarskiftinum fáa øll hesi - og mong onnur við, hetta høvi - at koyra C1?