Eitt brúgvalag við regni og vindi yvir Føroyum flytir seg spakuliga burtur í ein landnyrðing. Seint mikudagin fer eitt lágtrýst við regni framvið og hósdagin fylgja ælini eftir, sum út á fríggjadagin gerast vetrarkend.
Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, og regn. Seinni verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin millum 5 og 8 stig. Mikunáttina verður okkurt ælið og partvís klárt. Hitin millum 1 og 5 stig og andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s.
Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, sum snarar í ein landsynning, 8 til 13 m/s. Fyrst sólglottar, seinnis skýggjað og regn. Hitin millum 5 og 8 stig. Um kvøldið verður fyrst stívt andøvsgul upp í hvassan vind av ymsum ættum, 10 til 15 m/s, seinni hvassur vindur upp í skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s. Fyrst regn, seinni klárar hann í, men tó verður okkurt ælið. Hitin millum 2 og 5 stig.
Hósdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, partvís við vátaslettigni ella heglingi og hitin millum 2 og 5 stig Um náttina gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís við vátaslettingi ella heglingi. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig, í støðum frost.
Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt vátaslettings- ella kavaælið. Hitin um dagin millum 1 og 5 stig, um náttina millum 2 kuldastig og 3 hitastig.
Leygardagin makar hann vindin niður í lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 1 og 5 stig. Um náttina verður sum frá líður gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og nakað av vátaslettingi ella kava og hitin millum 2 kuldastig og trý hitastig.
Sunnudagin verður sum frá líður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og útnyrðingi, 10 til 15 m/s, kanska upp í skrið, 20 m/s. Skýggjað og regn ella vátaslettingur. Hitin millum 1 og 5 stig.