Frakland í EM finaluni

EM16: Franskt grús í týsku maskinuni

Frakland er aftur í eini finalu í heimlandinum, eins og í 1984 og 1998. Tað hendir eftir, at vertstjóðin í kvøld vann 2-0 á heimsmeistarunum úr Týsklandi.

 

Stóra hetjan er Antoine Griezmann, sum skoraði bæði málini í kvøld. Framherjin hjá Atletico Madrid umsetti fyrst brotsspark til mál beint fyri hálvleik, eftir at Bastian Schweinsteiger heldur óneyðugt nýtti hondina til hjálpar.

 

Eitt stórt korter fyri tíð fall avgerðin, tá sami Antoine Griezmann skoraði. Eftir innlegg frá Paul Pogba endar bólturin fyri føturnar á Antoine Griezmann, ið kvittar við at skjóta hann beint í málið.

 

Týskland hevði sínar møguleikar og kanska enntá leikligt yvirtak, men tað eydnaðist ongantíð at fáa umsett til mál. Frakland skal nú á heimavølli spæla móti Portugal í EM finaluni.

 

Fraklandi hevur vunnið EM og HM gull á heimavølli fyrr. EM í 1984 og HM í 1998.

 

EM hálvfinala:

Týskland – Frakland 0-2 (0-1)

0-1 Antoine Griezmann, 44

0-2 Antoine Griezmann, 72