Frakland er í finaluni

Talan var um stórt drama, tá ið Frakland við 30-27 sigri á Spania tryggjaði sær pláss í EM finaluni sunnudagin

OL vinnararnir úr Fraklandi hava í kvøld tryggjað sær pláss í EM finaluni í manshondbólti, sum verður sunnudagin. Talan var um grannauppgerð ímóti heimsmeistarunum í Spania. Frakland vann 30-27, eftir at gongdin hevði verið rættuliga skiftandi, og eftir at slovensku dómararnir heilar ellivu ferðir høvdu víst spælarum av vølli.

Frakland legði sera bragdliga fyri. Í handavend vóru fraklendingar frammanfyri  6-2 og 11-6, men so fekk Spania um endan, og tá ið liðini fóru at hvíla seg, var støðan 14-12 til Spania.

Eftir steðgin svaraði Frakland aftur og skjótt vóru fraklendingar, sum eina løtu vóru tveir færri á vøllinum enn mótstøðumenninir, frammanfyri 18-16. So megnaði Spania ikki at svara aftur, og Frakland vann 30-27.

Undan hálvfinaluni søgdu serfrøðingar, at Frakland var favorittur, tí teir eru betri fyri millum stólparnar, og soleiðis vísti tað seg eisini at vera. Serliga var tað Cyril Dumoulin, sum loysti tann meiri roynda og kenda Omeyer av, ið átti avgerandi leiklut.

Frakland skal í finaluni spæla ímóti vinnaranum av hálvfinaluni millum Kroatia og Danmark, sum spæla klokkan 20 í kvøld.