Frakland er í fjórðingsfinaluni

Við sigri á Nigeria er Frakland klárt til fjórðingsfinaluna. Avgerðin fall tó ikki fyrrenn seint í dystinum.

Við 2-0 sigri á Nigeria greiddi Frakland sína skyldu og vann seg víðari í fjórðingsfinaluna í HM endaspælinum, sum verður leikt í Brasil í hesum døgum.

 

Hóast Frakland var greiður favorittur undan dystinum, var dysturin javnur og avgerðin fall ikki fyrrenn 10 minuttir fyri leiklok.

 

Tá legði Frakland seg á odda eftir hornaspark. Tað var unga stjørnuskotið Paul Pogba, ið skallaði Frakland á odda. Hóast Nigeria royndi at trýsta, tað ið eftir var av dystinum, var tað Frakland, ið økti um leiðsluna í yvirtíðini. Tað var Antoine Griezmann, sum umvegis nigerianska verjuleikaran Joseph Yobo, legði Frakland á odda 2-0.

 

Frakland skal í fjórðingsfinaluni møta vinnari av dystinum millum Týskland og Algeria. Tann dysturin byrjar klokkan 21:00.

 

Frakland - Nigeria 2-0 (0-0)

1-0 Paul Pogba, 79.

2-0 Joseph Yobo (sjálvmál), 90.