Franski uttanríkisráðharrin sigur, at Frakland í morgin byrjar at flyta franskar ríkisborgarar úr afrikanska landinum, Niger.
Tað upplýsir tíðindastovan, Reuters.
Hernaðarkvett varð herfyri framt móti forseta landsins, Mohamed Bazoum, sum varð rikin frá valdinum.
Sagt verður, at Frakland eisini arbeiðir við at flyta aðrar avropeiskar borgarar úr landinum, sum áður var franskt hjáland.
Herfyri kunngjørdi Frakland, at landið steðgar menningarhjálp og fíggjarligum stuðli til Niger, nú herurin hevur tikið valdið í landinum.
Eftir at herurin tók valdið, varð eisini franska sendistovan í Niger álopin. Fleiri túsund fólk mótmæltu uttanfyri sendistovuna, og nøkur royndu at taka seg inn í bygningin.
Reuters veit at siga, at eisini italskir myndugleikar hava boðið sær at senda serflogfør til Niger, soleiðis at eisini italskir ríkisborgarar kunnu sleppa úr landinum.
##med2##