Spania vann grannauppgerðina í hondbólti ímóti Fraklandi. Spania vann 35 – 29. Hetta er fyrsta ferðin, at Spania vinnur heiðursmerki í HM kapping síðani 2013, tá ið Spania vann gull.
Sigurin í dag var sannførandi. Spaniólarnir løgdu fyri sum eitt óløgi. Teir vóru á odda 4-0 og 7-2 og 13-8, áðrenn Frakland so við og við fótaði sær. Hálvleiksstøðan var 16 – 13, og í seinna hálvleiki var Spania støðugt frammanfyri við fleiri málum, og at enda var eingin spenningur um úrslitið.
Stóri maðurin var spanski málverjin Rodrigo Corrales, sum varð kosin at vera dagsins maður í dystinum um triðja plássið.
Í HM kappingini fyri tveimum árum síðani, sum var í Danmark og Týsklandi, endaði Frakland á triðja plássi. Tá vann Danmark finaluna ímóti Noregi.
Spania – Frakland 35-29 (16-13)
Spania : Alex Dujshebaev 8, Daniel Dujshebaev 6, Aleix Gomez 4, Adrian Figueras Trejo 4, Ferran Sole Sala 4, Raul Entrerrios Rodriguez 4, Aitor Arino 2, Joan Canellas Reixach 1, Daniel Sarmiento 1, Angel Fernandez Perez 1.
Frakland : Hugo Descat 7, Nicolas Tournat 4, Ludovic Fabregas 4, Dika Mem 3, Jean Jacques Acquevillo 2, Valentin Porte 2, Nedim Remili 2, Kentin Mahe 2, Michael Guigou 2, Luc Abalo 1.