Søga er ikki bara um søga, tá um landsliðsfótbólt ræður. Nú tað verður búgvið borð til eina væntandi, og vónandi spennandi HM-fjórðingsfinalu millum Frakland og Týskland í HM-endaspælinum í Brasil, fríggjadagin klokkan 17 verður nógv leitað aftur til áttati-árini, har týskararnir í tveimum førum brustu tær fronsku HM-vónirnar í tveimum hálvfinalum. Hetta hendi ávikavist í HM-endaspælinum í Spania í 1982, og í HM-endaspælinum í Meksiko í 1986. Tá var talan um Vesturtýskland, men sigast má, at núverandi Týskland byggir á vesturtýsku søguna, tí Eysturtýskland gjørdi lítlar skreytir, sum fótbóltstjóð.
Ógloymandi hálvfinalan í 1982
Vit tilkomnu minnast serliga væl HM-endaspælið í 1982, tí talan varð um tað fyrsta HM-endaspælið, sum vit føroyingar sóu í sjónvarpinum. Vit sóu ongan dyst beinleiðis, sum oftast var tað dagin eftir, at bondini við dystunum komu heim, men fyri okkum, sum vóru á døgum tá á Føroya landi varð talan um tað reina luksus, bara at sleppa at síggja dystir frá HM-endaspælinum. Og eingin av okkum gloymir hálvfinaluna millum Frakland og Vesturtýskland á Ramón Sanchéz Pizjúan leikvøllinum í Sevilla, Spania. Dysturin verður sagdur at verða ikki bara tann besti dysturin í HM-endaspælinum í 1982, men ein tann besti HM-dysturin nakrantíð. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1, og so kom tann ótrúliga longda leiktíðin, har Frakland legði seg á odda 3-1, men týskarum líkt, so komu teir afturíaftur, og javnaðu til 3-3. Farið varð undir eina nervadarrandi brotssparkskapping, sum Týskland vann 5-4, og harvið samlað 8-7. Liðini skutu seks brotsspørk hvør, og týskararnir vunnu eina av mongum brotssparkskappingum teir hava vunnið millum ár og dag.
Kung Fu sparkið hjá Schumacher
Ein mynd stendur serliga sterk í huganum, og tað er løtan, tá Harald “Toni” Schumacher í týska málinum kom leypandi út úr málinum, og nærmast Kung Fu sparkaði Patrick Battiston hjá Fraklandi niður. Tilburðurin sæst á myndini. Av løgnum ávum varð Schumacher ikki vístur av vøllinum fyri ófantaliga sparkið? Núverandi UEFA-forsetin, Michel Platini varð við á franska liðnum, sum liðskipari. Franska vónbrotið varð stórt, men tvey ár seinni fekk liðið endurreisn á heimavølli, tá teir vunnu EM-endaspælið í 1984.
Aftur niðurtúrur í 1986
Nú hildu fraklendingar, at teir høvdu liðið, sum skuldi fara allan vegin í HM-endaspælinum í Meksiko í 1986. Aftur møttu teir týskarunum í hálvfinaluni. Hesin dysturin gjørdist ikki so minniligur, sum tann í 1982, men talan gjørdist aftur um tann sama sigursharran. Vesturtýskland vann 2-0 aftaná vanliga leiktíð. Týskarar taptu kortini finalurnar í bæði 1982 og í 1986, ímóti ávikavist Italia í 1982 (1-3), og ímóti Argentina í 1986 (2-3). Týskarar settu seg tó á trónuna í 1990 við einum 1-0 finalusigri á Argentina. Frakland mátti bíða til HM-endaspælið á heimavølli í 1998, áðrenn teir kundu lyfta tunga 24 karats gulllagda HM-steypinum. Men tað nívir stoltu fraklendingarnar, at teirra framúrskarandi lið í 1980-unum bleiv bremsað av tí vesturtýsku maskinuni. Nú skal hetta hevnast í fjórðingsfinaluni hesaferð. Vinnur Týskland hinvegin, so er franska týskarakompleksið fullkomið.
Heri Simonsen