FÓTBÓLTUR
Tað er stuttligari at fylgja føroyska A-landsliðnum nú. Í fjørheyst fingu vit ein góðan javnleik ímóti Eysturríki og fyri stuttum vunnu vit á fyrsta sinni á Íslandi. Og tað ger ikki stuttleikan minni, at vit eru í einum sera spennandi undankappingarbólki, har nógv enn kann henda.
Domenech yvirlivdi
Franski landsliðsvenjarin, Raymond Domenech, hevur verið illa skeldaður av fronsku ítróttarpressuni fyri síni vantandi úrslit, men franska fótbóltssambandið hevur tó valt at hildið fast við Domenech.
Tað gav úrslit leygardagin, tá Frakland á útivølli vann ein tepran, men sera týdningarmiklan 1-0 sigur á Litava í HM-undankappingarbólki 7. Franck Ribery skoraði sigursmálið miðskeiðis í seinna hálvleiki, og “Les Bleus” hóma aftur annaðplássið í undankappingarbólkinum.
Málríkt í Rumenia
Rumenar vóru trýstir til heimadystin ímóti Serbia. Tað var alneyðugt hjá rumenum at fáa trý stig, men alt endaði við, at serbar fóru avstað við øllum.
Serbia kom eisini best frá byrjan. Milan Jovanovic var fyrstu á einum returbólti, og hann beindi hann í netið til 1-0, og tá vóru bert 18 minuttir farnir av dystinum. Heimaliðið gav sær sjálvum eina bratta mótbrekku, tá Dorel Stoica stutt undan steðginum gjørdi sjálvmál, eftir eitt hornaspark hjá Serbia.
Stutt eftir steðgin kom Rumenia inn aftur í dystin, tá Ciprian Marica endaði eitt vælspælt álop við at lyfta bóltin upp um serbiska málverjan og í málið til 1-2. Men tá Branislav Ivanovic økti til 3-1 til Serbia, gjørdist ov tungt hjá Serbia
Dorel Stoica fekk kortini pyntað um úrslitið, og bøtt um skaðan við sjálvmálinum, tá hann minkaði um munin til 2-3, men tað rakk ikki, og Rumenia hevur bert 4 stig, aftaná 4 dystir.
Mikukvøldið spæla Eysturríki og Rumenia í Wien, í einum dysti, sum er síðsta útkall hjá báðum londum. Sama kvøld tekur Frakland ímóti Litava. Háspenningur er í bólkinum, og spennandi verður eisini at síggja hvønn leiklut Føroyar fer at spæla í øllum dramatikkinum, sum liggur fyri framman.