Frakland í luftina

Fótbóltur: Fraklendingar vóru frá sær sjálvum av gleði eftir HM-sigurin, og føroyingar vóru eisini millum teir

Sonur ein algeriskan innflytara skuldi til fyri at Frakland kom ovast á fótbóltstrúnuna.

Zinedine Zidane, maðurin við tí tunna hárinum og tiltikna fótbóltsskilinum, nýtti tvær ferðir høvdið eftir hornaspørk og so var Frakland á gullkós.

Les blues hildu kósina allar 90 minuttirnar av finaludystinum móti brasiliumonnunum, og so mátti sjálvt sambafótbólturin úr Suðuramerika yvirgeva seg fyri guillotinufótbóltinum hjá fraklendingunum.

Í dag er bastilludagur í Fraklandi. Tað er ein hátíðardagur til minnis um at bastillan fall, men tað var tveir dagar frammanundan, at fraklendingar fóru á gøtuna fyri at hátíðarhalda størsta ítróttardaginí fronsku søguni.

Í París kom talið av fólkið á gøtunum upp á tey sjey siffraðu tølini, og allastaðni runt um í Fraklandi var fólkið frá sær sjálvum av gleði.


Veistla alla náttina

Eisini í norðurfranska býnum Boulogne, har føroyska Fiskasølan hevur sína deild, var veistla og fagnaður í gøtunum alla náttina.

? Eg møtti til arbeiðis klokkan 6 í morgun, og á vegnum her til møtti eg floytandi bilum og glaðum fólki, greiður Tórheðin Jensen frá.

Hann er eitt av fýra starvsfólkum á deildini í býnum, sum ikki hevur hýsir nøkrum av HM-fótbóltsdystum, men sum hóast tað hevur verið hart raktur av fótbóltsøðini hjá fraklendingum.

? Vit hava merkt nógv til HM, serliga tá Frakland hevur spælt og vunnið. Øll hava tosað um fótbólt og allar kaffistovurnar í býnum hava víst dystirnar á stórskíggja ella í vanligum sjónvarpi.


Fólki dansaðu og sungu

Finaludystin sá gøtumaðurin í Boulogne á kaffistovu í miðbýnum, og har var eitt øðiligt lív, tá fraklendingar funnu út av, at teir veruliga kundu vinna HM.

? Allar kaffistovurnar vóru á tremur av fólki, og tit skuldu bara vita, hvussu glað tey vóru, tá Frakland skoraði og at enda vann HM, sigur Tórheðin Jensen.

Og eisini Boulogne fór í luftina, tá HM-sigurin var komin í hús.

? Fólk dansaðu, sungu og róptu úti á gøtunum, og á Dalton-plássinum, sum liggur mitt í býnum, savnaðuast túsundtalsfólk og feiðraðu sigurin alla náttina. Øll vóru í sjeynda himli, nógv av teimum málaði við fronsku litunum í andlitunum, í hattum og við fløggum. Tað var eitt stórt upplivilsi at sleppa at verða við til tað.


Høvdu ikki

væntað nakað

Tórheðin var tíðliga til arbeiðis í gjáramorgunin, so hann noyddist heim at sova nakrar tímar í nátt, men tá hann fór til arbeiðis var framvegis lív í býnum.

? Fólk vóru glað og kát. Nógv øl varð drukkið, men alt gekk friðarliga fyri seg. Tað vil siga at einki rok var, men larmurin var øðiligur alla náttina.

? Eg havi tað heilt greiðu fatanina av hesum HM, at fraklendingar høvdu ikki roknað við at vinna. Teir trúðu ikki at teirra landslið var so strekt, sum tað hevur víst seg at verða, og tí er gleðin eisini so nógv størri, tá tað nú eydnaðist teimum at vinna HM fyri fyrstu ferð.

? Tey vóru glað tí tey vóru komin í finaluna, men tey væntaðu ikki at vinna á Brasilia.

Sølan hjá fiskasøluni hevur verið tann sama, sum hon plagar at verða í juni mánaði, sjálvt um HM hevur verið.

? Tað kundi verið lætt at ímynda sær, at matstovurnar høvdu brúk fyri meiri av feskum fiski, nú so so nógv fólk hevur verið úti, men vit hava ikki upplivað nakra stóra broyting í søluni, hon líkist sær sjálvari, sigur Tórheðin Jensen.