Nógvir av føroysku U21-spælarunum ynska, at Frakland og Týskland møtast í HM-finaluni í HM-endaspælinum, tí tað hevði sett føroysku HM-luttøkuna í eitt gott ljós.
Og tað kann væl henda, at júst Frakland og Týskland, sum Føroyar góvu ein skarpan gang fara at møtast í HM-finaluni í Algeria.
Í sínari fjórðingsfinalu vann Frakland ein knúsandi 33-17 (14-9) sigur á Makedonia. Týskland vann 27-21 (14-11) á Tunesia, Danmark vann trygt 38-31 (15-12) á Russlandi, og Spania vann 30-29 á Ungarn aftaná longda leiktíð.
Í hálvfinalunum ólavsøkudag møtast Frakland og Danmark í aðrari hálvfinaluni. Í hinari hálvfinaluni møtast Týskland og Spania.
Sama kvøld verður føroyska U21 landsliðið heiðrað niðri í Vágsbotni.