Seks skúlanæmingar doyðu í eini ferðsluvanlukku í Fraklandi í morgun, tá ein lastbilur stoytti saman við einum skúlabussi. Tað skrivar NRK.
Samanstoyturin hendi nærhendis býnum Rochefort í Charente-Maritime økinum í Vesturfraklandi.
Fimtan skúlanæmingar vóru í bussinum tá lastbilurin og bussurin stoytti saman. Enn er ógreitt hví akførini stoyttu saman.
- Tað vóru fleiri sjúkrabilar og sløkkiliðsmenn á staðnum. Fleiri persónar hava fingið løstir, sigur ein persónur, ið var á staðnum, við fronsku útvarpsstøðina France Bleu.
Higartil eru seks fólk deyð í vanlukkuni, meðan trý fólk hava fingið álvarsamar løstir. Franskir miðlar vænta tó, at deyðatalið kann vaksa.

Frakland: Seks næmingar deyðir í ferðsluvanlukku





