Frakland spældi seg sannførandi í EM-finaluna

Frakland setti Niðurlond upp á pláss í seinna hálvleiki

Fyri løtu síðani gjørdist greitt at Frakland skal spæla EM-finaluna á heimavølli.

Hetta hendi eftir at Frakland vann 27-21 á Niðurlondum í hálvfinaluni.

 

Niðurlendski hópurin var nakað skerdur, við fleiri skaðum og við stóru stjørnuni Nycke Groot, ið var ivasam undan dystinum.

Groot gjørdist tó til reiðar, og gjørdi sítt til at Niðurlond fylgdu við Fraklandi í fyrra hálvleiki.

Hálvleiksstøðan var 12-11 til Frakland, ið eisini tøktist eitt fet frammanfyri fyri tað mesta.

 

Í seinna hálvleiki fór fraklendingar alt fyri eitt at renna undan. Tær skiftu málverja, og Laura Glauser setti saman við einari øgiligari verju propp fyri niðurlendska álopinum.

Mongu bjargingarnar og væleydnaðu verjustøðurnar góvu eisini úrslit í hinum endanum, við tað at Frakland eirindaleyst revsaði Niðurlond í snarálopum.

 

Tí var dysturin avgjørdur væl fyri leiklok og endaliga úrslitið gjørdist 27-21 til Frakland eftir eitt sera sannførandi verjuavrik, eins og málverjin Laura Glauser bjargaði júst helvtina av øllum niðurlendskum royndum.

 

Finalan verður tí millum Frakland og Russland. Hon verður leikt sunnudagin klokkan 16.30
Les eisini: Vyakhireva og Russland eru í EM-finaluni