Klokkan 19.45 byrjar landsdysturin millum Føroyar og Norðurírland, og sambært veðurstovunum í grannalondunum kunnu vit vænta okkum góð líkindi.
Bæði DMI og yr.no boða frá klárum, turrum veðri og lítlum vindi og hita um átta stig í kvøld.
Annars streymar køld luft yvir Føroyar úr norði og útnyrðingi komandi dagarnar. Um vikuskiftið fer eitt lágtrýst norðan fyri Ísland í ein eystan, og eitt tilhoyrandi hitabrúgvalag fer framvið Føroyum leygardagin. Síðani flytir eitt hátrýst seg frá bretsku oyggjunum í ein landnyrðing móti Skandinavia og ger veðrið í Føroyum støðugt.
Fríggjadagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av útnyrðingi, 8 til 13 metrar um sekundið. Turt, men yvirhøvur skýggjað og hitin um 8 stig. Um kvøldið makar hann vindin og um náttina verður eitt gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið. Tað klárar í, og hitin verður millum fimm og níggju stig.
Leygardagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, sum snarar í ein vestan, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og seinnapartin regn her og har. Um kvøldið øtlar hann vindin og um náttina verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og regn av og á. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.
Sunnudagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi úr vestri og útnyrðingi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum makar niður í eitt gul til stívt andøvgsul, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og skýggjað fyrrapart, men seinnapartin klárar í og kanska sær sólin. Hitin millum 10 og 14 stig. Um náttina verður eitt gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og vestri, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt, men yvirhøvur skýggjað og hitin um 10 stig.
Mánadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og vestri, 5 til 10 metrar um sekundið, sum minkar og verður til eitt lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið, um náttina úr útsynningi og suðri. Skýggjað, men turt og hitin um 10 stig.
Týsdagin verður eitt lot til andøvsgul av útsynningi og suðri, 3 til 8 metrar um sekundið, sum øtlar til eitt gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt, men skýggjað og hitin um 10 stig.
Mikudagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 metrar um sekundið, sum snarar í ein landsynning. Turt og kanska sær sólin. Hitin millum 10 og 13 stig.