Fram aftur fremst

Fram-ÍF 3-0 (25-14, 25-19, 25-18):

Fremsta lið í meistaradeildini hjá monnum er aftur Fram. Tryggi sigurin móti ÍF leygardagin ger, at teir aftur eru tvey stig frammanfyri SÍ, sum ikki spældi hetta vikuskiftið

 

Flogbóltur


Við tí væntaða sigrinum móti ÍF endurvann Fram oddasessin, sum teir í eina viku máttu lata SÍ eiga. Áðrenn dystin leygardagin vóru Fram og SÍ jøvn í stigum og dystum, men sørvingar høvdu betri settmun og vóru tí fremst.

Tí vistu teir í Fram, at einki annað enn ein sigur kundi brúkast leygardagin - ikki minst tí at mótstøðuliðið var ÍF, sum einki av hinum liðunum enn hevur mist stig til.

Og tað skuldi eisini vísa seg, at Fram ikki hevði alt ov nógv stríð av at vinna sín "pliktsigur" móti unga og óroynda ÍF-liðnum. Við settúrslitunum 25-14, 25-19 og 25-18 fekk Fram tey bæð neyðugu stigini, og teir kunnu eisini vera nøgdir við, at teir fyri fyrstu ferð í kappingini vunnu ein dyst uttan at missa nakað sett á vegnum.

Næsta vikuskifti hava teir frí, og so er lokaluppgerðin móti Fleyr á skránni.

ÍF er enn uttan stig, men teir fáa ein nýggjan møguleika á heimavølli móti Mjølni komandi leygardag.