Fram argaði á Toftum

Men í seinna umfarinum megnaði favoritturin at gera málini, sum skuldu til fyri at gera partur av hálvfinaluni

LØGMANSSTEYPIÐ

Fram var heimalið og B68 útilið á Toftum. Og í 1. hálvleiki tóktist tað sum um, at 3. deildarliðið Fram kendi seg heilt væl á Svangaskarði, har B68 ikki megnaði at liva upp til, at teir vóru favorittar.
Fram legði seg á odda í 31. minutti. Vongverjin í høgru hjá B68 royndi at leggja aftur til málverjan, men álopsspælarin hjá Fram, Hansmar Poulsen, sum er uppvaksin á Toftum og í B68, var skjótur at leggja seg ímillum og at senda bóltin framvið Alberti Sævarsyni. Harvið staðfesti Hansmar sína støðu sum toppskjútti í steypakappingini.
Eftir steðgin royndi B68 at taka seg saman. Men fyrst vóru teir orduliga kløkkaðir, tá ið teir noyddust at bjarga á strikuni. Útjavnandi málið skoraði Jóhan Petur Poulsen í 53. minutti, tá ið hann úr høgru sneiddi í brotsteigin og smekkaði til.
Julian Johnsson, sum í 1. hálvleiki hevði sent í stólpan, skoraði sigursmálið, tá ið ein tími var farn. Hann var leysur í brotsteiginum, tá ið hann skoraði.
Í 65. minutti misti Fram Áka Mortensen, sum fekk beinleiðis reytt kort, men tað tóktist kortini ikki at órógva Fram so nógv, at teir vóru undirmannaðir. B68 hevði bóltin mest síðsta hálva tíman, men teir megnaðu ikki at skora málið, sum skuldi til fyri at taka spenningin burtur, áðrenn dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð.