Fram best hjá monnum ­ Mjølnir hjá kvinnum

Flogbóltur: Seinasta vikuskiftið kappaðust føroysku liðini og útisetar í flogbóltskapping

Flogbóltssamband Føroya skipaði um vikuskifti fyri kapping millum bestu mans- og kvinnuliðini í landinum. Kappingin var hildin í Gundadalshøllini sunnudagin og var ein liður í einari miðvísari venjingarætlan hjá føroysku flogbóltslandsliðunum.

Leikt var eftir nýggju ?running score³ skipanini soleiðis, at hvør bóltur telur. Leikt verða tvey sett upp í 21 stig, og stendur tá á jøvnum, verður leikt eitt eyka sett upp í 15 stig. Hetta er aðru ferð at henda skipanin verður roynd í Føroyum. Fyrru ferð var til FK-kappingina hjá Fleyr í heyst, og tá vóru luttakararnir stak væl nøgdir við úrslitið.

Henda teljiskipan hevur tann fyrimun, at dystirnir ikki verða so drúgvir. Tapir tú ein bólt so missir tú eitt stig. Øll mistøk verða revsaði, og tí krevur tann nýggja teljiskipanin nógv meir av leikarunum.

Manskappingin var skipað í tveimum bólkum. Í tí eina bólkinum leiktu Fram, Fleyr og ÍF2. Henda bólkin vann Fram, men tað var við tógvi stríð, at teir gjørdu endað á Fleyr. Innanhýsis dysturin teirra millum endaði við einum 2-1 sigri til Fram. Fleyr gjørdist nummar tvey í hesum bólki og ÍF2 nummar trý.

Í hinum bólkinum leiktu Mjølnir, ÍF1 og eitt lið við føroyskum flogbóltsútisetum frá ÍF Føroyum. Henda bólkin vann Mjølnir meðan ÍF Føroyar gjørdist nummar tvey og ÍF1 nummar trý.

Fyrra semifinalan var sostatt millum ÍF Føroyar og Fram, meðan seinna semifinalan var ímillum Mjølnir og Fleyr. Fram og Mjølnir vunnu semifinalurnar uttan trupulleikar og hittust sostatt í finaluni.

Finalan gjørdist bæði spennandi og vælleikt. Unga Fram-liðið spældi í fyrsta setti, tað besta teir vistu. Tíðuliga sæst á liðnum, at teir hava fingið inspiratión uttaneftir, og teir eru sera sterkir.

Harafturat hava teir tann fyrimun framum fleiri onnur lið, at teir hava nógvar stórar menn, og tað er sum kunnugt ikki so galið í flogbólti.

Mjølnir vildi tó ikki geva upp og teir knógvaðu sær til sigur í øðrum setti. Sigast má, at blandingin av royndum og ungum leikarum hjá Mjølni hevur eydnast væl og at teir í dag hava eitt sera sterkt lið.

Blokkurin koyrdi væl til tíðir, men tað var serliga Trúgva Poulsen vit løgdu merki til. Hann spældi sum ein brandur á miðjuni og vann stórt sæð alt, hann rørdi við.

Nú var farið undir triðja sett, og her gjørdi Fram ein vørr beinanvegin. Teir løgdu seg nøkur stig fram um beinanvegin, og tað var sera trupult hjá Mjølni, at fáa fatur á teimum aftur. Verjuspælið hjá Fram virkaði nú sum tað skuldi, og álopsspælið stóð onki aftanfyri. Serliga er tað Sigmundur av Teigum sum vinnur nógv í álopinum, og

hansara partur lá heldur ikki eftir.

Hjá kvinnunum luttóku einans fimm lið, og tí leiktu tær í einum bólki, allar ímóti øllum. Fyrsti dysturin var ímillum Fleyr og Mjølnir. Og hann gjørdist sera spennandi. Fleyr vann fyrsta sett við sera góðum spæli og tað sá eisini leingi út til, at annað sett eisini skuldi fara til Fleyr. Men so tóku klaksvíksgentur sær um reiggj og vunnu annað

sett; hóast tær ta einu løtuna, vóru tær aftanfyri við 6 málum.

Mjølnir vann eisini triðja sett og sostatt dysti 2-1.

At Mjølnir er sterkasta kvinnulið í landinum prógvaðu tær, við at vinna allar dystirnar í kappingini. Tilvildin hevði lagað tað so, at seinasti dysturin í kappingini, eisini var dysturin um fyrsta plássið í kappingini. Mjølnir leikti ímóti Drátti og henda dystin vunnu tær 2-0.

Kvinnuliðini sum tóku lut vóru, Mjølnir, Dráttur, Fleyr, ÍF og ÍF Føroyar. Næstbesta liðið í meistaradeildini hjá kvinnum TB, hevði ikki valt at taka lut.