Fram framvegis niðarlaga

Bæði íslendsku feløgini við føroyskum spælarum megnaðu javnleik á útivølli, og serliga Julian Johnsson og liðfelagarnir harmaðust um, at teir mistu trygga leiðslu

ÍSLAND

Julian Johnsson og liðfelagarnir í Akranesi hava ikki havt marginalirnar á sínari síðu tær báðu seinastu ferðirnar. Í fjúrtanda umfarinum áttu teir heimavøll ímóti meistaraliðnum KR. Úrslitið var málleysur javnleikur. ÍA hevði yvirvág, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa mál. Tættast við vóru teir, tá ið Julian Johsson við høvdinum smekkaði bóltin í tvørtræið.
Hesa ferð var ÍA á Hafnafirði, har tað leingi gekk væl á Kaplakrikavøllinum. ÍA legði seg framum bæði 1-0 og 2-0, men so mistu teir ein mann, tí hann hevði fingið tvey gul kort, og í 65. og 73. minutti skoraði heimaliðið.
Stigamissurin hjá ÍA ber við sær, at møguleikin fyri at vinna meistaraskapin, sum teir so ógvuliga fegnir hava viljað vunnið, so at siga hvar. Tað eru trý umfør eftir at spæla, og FH er seks stig frammanfyri ÍA.
FH er framvegis oddalið, men kappingarneytarnir tóku seg inn á teir. Fylkir vann 3-1 á útivølli á Víkingi, og ÍBV vann trivaligan 5-2 sigur í Keflavík.
Hitt føroyska útisetafelagið, Fram, er framvegis í stórum vanda fyri at missa plássið í bestu deildini. Hesa ferð vóru teir á Akureyri, har tað endaði málleyst. Sambært íslendskum fjølmiðlum var heimaliðið omaná, og Framararnir vóru hepnir at sleppa suður aftur á land við einum stigi.
Fram er framvegis niðanfyri niðurflytingar strikuna. KA er aftast, Fram næstaftast, og Grindavík, sum í gjárkvøldið skuldi spæla í Reykjavík ímóti KR, er triðiaftast.
Sunnudagin skal ÍA, sum er á fjórða plássinum, spæla á heimavølli ímóti Keflavík, og Fram skal spæla á heimavølli ímóti KR.