Framíhjárættur ein svipsari

Tað er rætt, at onkur hevur fingið lovað fast pláss á sølutorginum í Vágsbotni, men tað er ein svipsari av umsitingini, gjørdur í góðari meining, sigur Heðin Mortensen. Tað hevur elvt til stóra ónøgd millum nátamenn, at ávísur bátur hevur fingið lovað fremsta básin á sølutorginum í Vágsbotni 14 dagar fram ? ella í allari nátatíðini.

- Tað eru umsjónarfólkini, ið umsita sølutorgið, og har er tað so hent, at ávísir menn hava fingið lovað fremsta básin á sølutorginum í 14 dagar. Hetta er tó gjørt í góðari meining, fyri at fáa lív í niðri í Vágsbotni, sigur Heðin Mortensen.

Hann vísir á, at tað stendur í reglugerðini, at tú kanst ikki tryggja tær ávíst pláss á sølutorginum fleri dagar fram.

- Nú er hetta so hent, og tí verður ikki so lætt at gera nakað við tað. Tó verður tað ikki so, at hesir menninir fáa framíhjá rætt í Vágsbotni teir 14 dagarnar, teir annars hava fingið lovað. Vit mugu tó helst lata einar tríggjar dagar ganga, men eftir tað, verður tað »først-til-mølle«-prinsippið, ið verður galdandi, sigur Heðin Mortensen.

Tað eru serliga menn í kommununi ið eru argir um, at »avbygdamenn« hava fingið hendan framíhjá rætt ? sum tó verður tikin frá teimum aftur ? men í so máta eiga borgarar í kommununi heldur ikki rætt fram um aðrar at selja á sølutorginum í Vágsbotni.

- Sølutorgið er fyri allar føroyingar, slær borgarstjórin fast.

Men sum nevnt, so verður først-til-mølle prinsippið galdandi á sølutorginum í Vágsbotni seinni í vikuni.