Fram misti týdningarmikið stig

Flogbóltur: Fram misti eitt týdningarmikið stig á vegnum móti silvrinum, sum nú tykist á veg til Klaksvíkar

Fram-Fleyr 0-2


Fram tapti dystin móti Fleyr og misti við ósigrinum eitt týdningarmikið stig í kappingini um annaðplássið í meistaradeildini hjá monnum. Dysturin endaði við greiðum 2-0 sigri til Fleyr, sum enn er ósigrað í ár.


Silvurið til Klaksvíkar

Dysturin um vikuskiftið hevði rættuliga stóran týdning í kappingini um annað plássi í meistaradeildini hjá monnum, tí Fram hevur bara tann eina dystin eftir í ár, meðan Mjølnir hevur tveir.

Sum støðan nú er vorðin kann Fram í allarbesta føri endað ájavnt í stigum við Mjølnir, men tað eru ring sannlíkindi fyri. Mjølnir hevur nevniliga ein dyst eftir móti SÍ og ein móti Fleyr, og vinna teir annan dystin, so gerast teir nummar tvey í kappingini.

Og tað skal ikki vera nøkur loyna, at vit avgjørt vænta, at Mjølnir vinnur á SÍ, sum í seinastuni hevur havt meiri enn trupult at fóta sær í bestu deildini. Synd, men ein veruleiki, sum vit bara mugu staðfesta nú kappingin er um at vera av.


Einki at gera

Við Fleyr hevur tað verið soleiðis, at tað higartil í ár ikki hevur verið nakar, sum hevur kunnað skala teimum. Teir hava verið so nógv tað besta liðið í deildini og tað er fult uppiborið, at teir hava vunnið allar dystirnar í hesum kappingarárinum.

Gamaní hava teir tapt onkran hálvleik, men tað er so verri enn so, at teir hava staðið til at tapt ein heilan dyst. Einasta liðið, sum í veruleikanum hevur kunnað hótt teir er Mjølnir, og teir hava so tveir møguleikar enn at basa havnarmonnum. Ein í landskappingini og so í steypafinaluni.

Tað er lítið at ivast í, at klaksvíkingarnir ætla sær steypasigurin, men tað er eitt ivamál, um teir hava breiddina til tað. Styrkin hjá Fleyr hevur júst verið breiddin á liðnum, sum hevur gjørt, at teir hava eitt sera gott álop á øllum plássum. Harafturat eru menn, sum uttan trupulleikar kunnu leika á fleiri plássum, og tað gera bara liðið enn betri.

Mjølnir hóttir teir, um enn ikki við somu breidd, so við einstøkum leikarum, sum eru framúr góðir. Tað kann vera nóg mikið til sigurin, men so skal so at siga alt ganga til teirra fyrimun. Um tað fer at eydnast, fáa vit at síggja.