Fram og Fleyr møtast

Spennandi dystur verður í Havnini leygardagin, tá Fram tekur ímóti Fleyr. Fram skal royna at hanga í oddaliðnum, ÍF, meðan Fleyr ikki má koma ov langt aftur um hini liðini. Nøvan og SÍ hittast eisini leygardagin, og har er SÍ stórfavorittur at vinna dystin

FLOGBÓLTUR

Tveir dystir vera á skránni í meistaradeildini hjá monnum leygardagin. Annar teirra verður í høllini á Eiði, har SÍ kemur á vitjan hjá Nøvuni. Nøvan hevur enn ongan dyst vunnið, meðan SÍ hevur fleiri góð úrslit at vísa á. Tí er SÍ stórfavorittur at vinna dystin á Nøvuni.
Hin dysturin verður eitt ordans brak um Havnina. Her møtast bæði havnarliðini, tá Fram tekur ímóti Fleyr í Hoyvíkshøllini. Fram er eitt av liðunum, sum skal royna at hanga í oddaliðnum. Í løtuni eru teir fýra stig aftanfyri, og tí mugu teir vinna dystin leygardagin, so at munurin upp til ÍF ikki gerst ov stórur. Fleyr má tó eisini helst vinna dystin. Teir hava bert fýra stig, og um teir skulu gera sær vónir um at fáa medaljur, so krevst ein sigur á Fram leygardagin.
Báðir dystirnir vera á skránni kl. 16.00 leygardagin.