Framúr góð byrjan hjá Kelduni

Um 600 fólk høvdu leitað sær til Skálafirðar á fyrsta møtið, sum varð hildið fríggjakvøldið í nýggja samkomuhúsinum hjá Kelduni. Alt vikuskiftið var at kalla ein stór veitsla, og hevði samkoman skipað fyri fleiri ymiskum fundum fyri bæði stórum og smáum

 
 
 
 
Klokkan var farin nakrar minuttir av átta, tá eg fríggjakvøldið kom inn í forhøllina í nýggja samkomuhúsinum hjá Kelduni í Skálafirði.
Har var stúgvandi fult av fólki, og við dyrnar inn til sjálvan salin stóðu møtivertir og bjóðaðu vælkomin.
Fólk vóru í veitsluhýri, og gleðin lýsti av andlitunum á bæði børnum og vaksnum - og tað var jú einki at siga til, nú hetta snotiliga húsið, sum hevur staðið í gerð í fleiri ár, endiliga kundi takast í nýtslu.
Tað var ein einastandi kensla at koma inn í sjálvan møtisalin, sum er nakað heilt fyri seg í føroyskum samkomuhøpi. Eg haldi ikki, eg taki munnin ov fullan, tá eg sigi, at samkoman í Skálafirði hevur reist eitt satt tempul.
Ljóðviðurskiftini í salinum eru av teimum allarbestu - og tað var, sum vildi takið lyfta seg omanav, tá lovsongskórið saman við teimum 600 fundarfólkunum skóru í at syngja: ?Her er títt hús, títt heim, vit fagna tær í dag?.
Um ein hægri megi var uppi í leikinum, kunnu vit bara gita, men hvussu var og ikki, kom danski prædikumaðurin, sum var biðin at tala á fyrsta møtinum, ikki vegin fram, tí flogfarið fekk ikki lent í Føroyum.
Tí fekk samkomuleiðarin Pauli Høj bert ein tíma at fyrireika seg til hesa fyrstu prædiku sína í nýggja húsinum. Men hesum kom hann væl frá, og bar fram ein sannførandi boðskap til fundarfólkið.
- Eg havi ikki fingið tíð at fyrireika meg rættiliga, og nú eri eg fullkomiliga bundin av Gudi, segði hann, tá hann byrjaði talu sína.
Við endan á møtinum varð bjóðað til forbøn, og vóru tey fleiri, ið nýttu høvið at koma fram.
Eftir møtið var ein kaffimugur at fáa, og fólk úr øllum samkomum hugnaðu sær og gleddust um hetta stásiliga hús.
Familjumøti
Millum mongu tiltøkini í vikuskiftinum var eisini familjumøti sunnudagin, og var salurin aftur stúgvandi fullur av børnum og vaksnum. Boðskapurin um Jesus varð flættaður inn í sang, spæl og dans á ein sera skemtiligan hátt, sum helt børnunum árvaknum hvørja løtu, møtið vardi.
Tá familjuløtan var av, fingu børn og vaksin saft og pylsubreyð.
Leygarkvøldið var stórt ungdómstiltak undir heitinum Awake, har tey ungu sanniliga fingu bæði eina tónleikaliga og andaliga uppliving. Í blaðnum í morgin fara vit við orðum og myndum at siga frá ungdómsmøtinum.
Á heimasíðuni, www.keldan.fo, finnast upplýsingar um Kelduna. Har kanst tú eisini lesa um visjónirnar fyri samkomuna, har  millum annað stendur:
?Okkara mál er at náa menniskju við evangeliinum  um Kristus og hansara kraft, so menniskju kunnu verða frelst?.
Nú hetta stásiliga og serstakliga væl útgjørda húsið stendur liðugt, kunnu vit samanbera tað við eitt nýtt fiskifar og siga, at nú er upp til hin almáttuga at signa verkið.