Lagið var gott á viðhaldsfólkunum kring vøllin á Djúpumýru í Klaksvík undan dystinum í gjár. Eftir dystin var lagið betri á teimum vitjandi fjepparunum uppaftur betri. Teirra lið hevði hevnt tapið í 27. leikumfari í fjør, tá Paul Clapson buldraði eitt langskot í kassan og sendi EB/Streym eitt pláss niður eftir stigatalvuni.
Paul Clapson skoraði eisini móti sundalagsmonnum í gjár, men undan honum høvdu sundalagsmenn skotið tvey mál.
Fyrsta málið syrgdi Sorin Anghel fyri longu í triðja minutti. Bólturin varð fluttur niðan í vinstru síðu, og við høvdinum spældi Hanus Eliasen Sorin Anghel leysan. Kviki rumenin rak inn í brotsteigin, sneiddi framvið einum leikara og legði bóltin flatt inn við handaru stong.
Næsta málið í dystinum og tað síðsta hjá EB/Streymi, kom tá hálvur tími var spældur. Egil á Bø sneiddi eitt frísparksinnlegg frá miðvøllinum víðari inn í brotsteigin, men bólturin tók í ein klaksvíking á vegnum og endaði í málinum.
Málið hjá heimaliðnum kom inni í sjálvari yvirtíðini. Tað líktist nógv seinna málinum hjá EB/Streymi, tí eisini í hesum førinum var talan um eina frísparkssending frá miðvøllinum. Bólturin endaði hjá Paul Clapson, sum minkaði um munin.
Frálíkt fyrra umfar
Stutt eftir málið frá Sorin Anghel var um reppið, at Gunnar Nielsen javnaði fyri KÍ, men René Tórgarð stórbjargaði skotroyndini eftir innlegg úr vinstru síðu.
Ein øgilig byrjan, sum boðaði frá einum góðum dysti. Tað gjørdist tað sanniliga eisini. Leikferðin var ógvuliga høg, spælið gekk skjótt aftur og fram og tað treyt ikki við málmøguleikum. Spælið gekk skjótt aftur og fram, menn vóru grammir og bæði liðini spældu góðan og undirhaldandi álopsfótbólt. Lat tað vera sagt, at gestirnir vóru betra liðið í fyrra, men klaksvíkingar áttu sín stóra part av, at fyrstu trý korterini vóru so undirhaldandi.
Trýst uttan úrslit
Klaksvíkingar komu best frá byrjan í seinna hálvleiki, men EB/Streymur fekk fyrsta stóra møguleikan, tá Hans Pauli Samuelsen krúllaði seg ígjøgnum í vinstra borði, brúkti Sorin Anghel sum banda og skeyt so bóltin framvið Meinhard Joensen. Ólukkutíð fyri víkarmannin bjargaði ein verjuleikari á strikuni.
Men klaksvíkingar vóru betri fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, og teir komu so nær sum teir yvirhøvur kundu koma, tá Paul Clapson sendi bóltin á stongina, eftir innlegg frá innskifta Høgna Madsen.
Hóast grammari, so riggaði tað ikki heilt hjá KÍ hesa løtuna. Besta dømi um tað var, tá teir í einum kontraálopi vóru fýra móti trimum, men onkursvegna megnaðu at klossa bóltin aftur um baklinjuna. Rætt og slætt ikki nóg gott, tá liðið er aftanfyri við tveimum málum.
Satsa ov seint
Miðskeiðis í seinna hálvleiki dovnaði dysturin nakað. Onkrir kjansir vóru tó, har serliga eitt kanónskot frá KÍ var sera vandamikið. Móti endanum á dystinum fekk KÍ aftur lagt eitt hampiligt trýst á EB/Streym. Orsøkin var, at gestirnir nú høvdu slept speedaranum. Tilvitað ella ikki, so er tað ongantíð snilt at gera tílíkt. Í hesum førinum gav tað eitt mál til KÍ, tá teir í yvirtíðini skoraðu.
Sæð yvir allan dystin, eftir spælbýti og málmøguleikum var sigurin til EB/Streym í lagi. KÍ kom hampiliga væl aftur í dystin, men ov seint til at teir fingu stig burtur úr. Spurningurin, sum Tony Paris eigur at seta sær sjálvum, er, um teir ikki bíða ov leingi við at satsa frameftir. Í hvussu so er, er tað undrunarvert, at Heðin á Lakjuni ikki verður fluttur fram av vinstra bakki fyrr enn tað bara resta tíggju minuttir eftir.