Framúrskarandi liðavrik sendi Føroyar víðari í HM-kappingini

Hondbóltur: Við Alexanduri Johansen á odda vunnu Føroyar á Moldova og komu víðari í HM-kappingini

Tey sum vóru í Vestmanna fríggjakvøldið og sóu føroyska U18 landsliðið hjá monnum tapa 27-17 móti Kypros, høvdu ivaleyst ikki tær stóru vónirnar til dystin móti Moldova sunnudagin.

Eingin visti nakað um moldaviska liðið, men at tað fór at verða ein stór avbjóðing, var helst lítið at ivast í.

Móti Kypros fríggjakvøldið vísti føroyska liðið gott spæl í løtum, og serliga Alexandur Johansen úr StÍF og málverjin Hallur Danielsen úr Kyndli stóðu sterkir í myndini. Heilar tríggjar ferðir hevði Hallur fatur á brotskasti frá sterka Marios Efstathiades, men skotini vóru ov hørð til, at hann kundi halda teimum úti. Hinvegin fingu spælarar sum Regin Petersen og og Halgir Dal Olesen, ið eru millum álitini á 1. deildarliðunum hjá ávikavist Kyndli og H71, ikki so nógv burturúr, sum ein kundi havt vónað og væntað.

Hartil skal eisini sigast, at liðið hjá Kypros var gott. Serliga júst nevndi bakspælarin Marios Efstathiades var sera ringur at halda hjá føroysku verjuni, og hann skeyt eisini 11 av málunum hjá Kypros. Av øðrum legði tú merki til høgra vongin, sum hevði nakrar frálíkar fótfintur, og málmannin, sum tók alt í byrjanini.

Føroyska verjan spældi sera væl fyrstu løturnar, meðan tað gekk sera striltið við at fáa mál í rætta endanum. Tí var støðan, tá tíggju minuttir vóru farnir, einans 2-0 til Kypros. Fleiri mál eru komin í onkrum fótbóltsdysti fyrstu tíggju minuttirnar, men tað vóru verjurnar og ikki minst málmenninir, sum byrjaðu best í Vestmanna.

Men tá frálíki VÍF-vongurin Mads Thastrup í 10. minutti setti hol á fyri føroyingar, kom meira ferð á. Tað gekk leingi javnt á, og tá 17 minuttir vóru spældir, var støðan 4-4. Við støðuni 2-2 vórðu tveir kypriotiskir spælarar útvístir mestsum ísenn, men við seks útispælarum móti fýra megnaðu føroyingarnir kortini ikki at skora. Tveir minuttir seinni vóru báðir kypriotarnir komnir inn aftur, meðan ein føroyingur var farin út, og tá bar til! Agnar Joensen legði Føroyar á odda 3-2, og hetta skuldi vísa seg at vera einastu ferð í dystinum, at Føroyar vóru frammanfyri.

Frá 4-4 fór Kypros upp á 9-4, og tað fóru serliga áðurnevndi Marios Efstathiades umframt Marios Tseriotes, sum vóru eirindaleysir. Kypros vann hálvleikin 14-6, og teir alsamt fleiri áskoðararnir vóru so smátt farnir at ásanna, at her var einki at gera hjá føroyska liðnum.

Byrjanin av seinna hálvleiki var heldur einki at reypa av. Kypros økti til 19-8, og eitt veruligt sorl lá í luftini. Føroyska liðið sá mótleyst út, og serliga vinstra síða við teimum báðum liðfeløgunum úr Kyndli Regin Petersen og Bjarna Wardum misti nógvar bóltar burtur í álopinum.

Alexandur Johansen hevði fingið leiklutin sum spælstýrari inni á miðjuni, og eftirsum kypriotarnir ikki skiltu eitt orð av føroyskum, kundi hann rópa og dirigera so nógv honum lysti. Hann hevur gott eyga fyri spælinum, men tað var ikki fyrr enn liðfelagin hjá honum í StÍF, Marius Joensen, kom inn, at føroyska álopsspælið veruliga fór at koyra aftur. Tá so Regin Petersen eisini fekk ferð á málskjótingina, bleiv munurin ongantíð størri enn hesi ellivu málini, og tað hevði eisini verið spell um so varð, tí so stórur var munurin á liðunum altso ikki.

Kypros vann at enda 27-17, og einki kundi setast á sigurin hjá oyggjabúgvunum úr hinum endanum av Europa. Teir vóru bara betri, og tað var sum so heldur ikki óvæntað, tí stutt frammanundan hevði liðið spælt upp ímóti Grikkalandi, sum føroyingar taptu stórt ímóti í fjør. Men glottar vóru á føroyska liðnum, serliga Alexandur Johansen og Hallur Danielsen.


Allir gjørdu sítt

Um fólk høvdu ringar vónir til dystin móti Moldova, segði eingin tey ring fyri tað. Dysturin móti Kypros hevði ikki givið veruliga orsøk til bjartskygni, og hóast fólk ikki vistu tað stóra ? fyri ikki at siga einki ? um Moldova, so var hetta ivaleyst eitt gott lið, so sum tey flestu av tí leiðini eru.

Men summi høvdu góðar vónir. Millum tey vóru spælararnir, og tað sást beinanvegin, at liðið var meira frígjørt enn móti Kypros. Teir ringastu nervarnir vóru burtur, og virðingin fyri mótstøðuliðnum var ikki so stór sum tveir dagar frammanundan. At tað kanska eisini hevði okkurt at gera við, at Moldova spældi í grønu klæðunum hjá Kyndli, tí teirra egni búni líktist tí føroyska ov nógv, skal vera ósagt?

Longu frá byrjan var føroyska liðið væl við og legði seg á odda. Munurin var ongantíð so stórur, at teir kundu kenna seg tryggar, men tað sást, at mótstøðuliðið var til at tosa við ? og ein hevði eisini varhugan av, at moldoviska liðið dugdi meir, enn teir nakrantíð vístu í Havn. Teir høvdu bert níggju spælarar við til Føroya, harímillum bert ein málmann.

Og málmaðurin tók nóg illa eitt skot í fyrra hálvleiki. Tað var ein avgjørdur veikleiki hjá liðnum, at teir ikki kundu skifta málverjan út, og kanska hevur tað eisini havt ein avgerandi týdning, at eystureuropeisku gestirnir vóru so illa mannaðir. Um tað var orsakað av peningaligum trupulleikum ella tí teir ikki hava hildið tað verið neyðugt at tikið fleiri spælarar við, skal ikki gitast um her, men at moldovarnir hava undirmett føroysku mótstøðuna eitt sindur ov nógv, man lítið vera at ivast í. Eitt nú vóru eingir av spælarunum í Vestmanna fríggjakvøldið og hugdu. Onkur segði, at venjarin hevði verið ein túr, men hann var so tann einasti.

Alexandur Johansen tók táttin upp úr Vestmanna og spældi enn betur enn móti Kypros. Kortini gjørdi hann tveir stórar brølarar móti endanum, tá møðin fór at vinna á skilinum, sum eisini góvu mál, men tað fekk tíbetur ikki ávirkan á úrslitið. Móti endanum bleiv hann skaddur og mátti gevast. Sjálvt moldovisku spælararnir klappaðu, tá knái strandingurin fór út?

Halgir Dal Olesen, sum ikki hevði havt nakran stóran leiklut í Vestmanna, var ein brandur í verjuni, har allir arbeiddu fyri allar, og Regin Petersen bleiv við sínum sjey málum, har av fleiri vóru beinleiðis frálík, toppskorari hjá føroyska liðnum. Tað var hann eisini í Vestmanna, men í mun til Kypros-dystin spældi hann sær ikki av við bóltarnar. Tað sama er galdandi fyri Bjarna Wardum, og Hallur Danielsen stóð aftur væl í málunum, og hesaferð var verjan frammanfyri hann eisini betri og gjørdi arbeiðið hjá málverjanum lættari.

Bæði Eyðun Højgaard og Hans Andreas N. Dahl komu inn á ávikavist vongin og strikuna og stóðu seg væl, eins og Agnar Joensen og Bárður Brimvík høvdu gjørt áðrenn teir. Høgni Johansen úr VÍF kom einu løtuna í málið at standa fyri Hallur og kom væl frá tí. Marius Joensen var ikki so eyðsýndur sum móti Kypros, men gav ein góðan innsats, og tað sama gjørdi Svenning Hansen úr Neistanum, tá hann kom inn móti endanum.

So eru allir nevndir, og umframt teir spældu Finn Mørk og Ørvur Heimbø úr Neistanum og Mads Thastrup úr VÍF eisini móti Kypros, men vóru ikki við móti Moldova. Við í bruttohópinum vóru eisini Hannis Jacobsen, Erling Heinesen, Alex Durhuus og Regin Didriksen úr VÍF umframt Mortan Hansen úr Tjaldrinum.

Tað er at fegnast um, at liðið nú sleppur at halda fram í kappingini og ikki syndrast, sum tað so ofta fyrr er sæð við føroyskum landsliðum, ikki bert í hondbólti.


Føroyar-Kypros

17-27 (8-14)

Føroyar: Regin Petersen 5, Agnar Joensen 3, Mads Thastrup 2, Bjarni Wardum 2, Bárður Brimvík 1, Hans A. N. Dahl 1, Marius Joensen 1, Alexandur Johansen 1, Halgir Dal Olesen 1.

Kypros: Marios Efstathiades 11, Pantelis Pelaselas 4, Kyriakos Sophocleous 4, Marios Tseriotis 3, Marinos Aristidon 2, Panos Ierides 2, Elias Anthoniades 1.

Útvísingar: Føroyar 3, Kypros 5.

Dómarar úr Svøríki: Berndsson og Hansson.


Føroyar-Moldova

21-19 (13-10)

Føroyar: Regin Petersen 7, Bjarni Wardum 4, Agnar Joensen 3, Alexandur Johansen 3, Halgir Dal Olesen 2, Marius Joensen 1.

Moldova: Sordsip Taras 7, Serghei Figurov 5, Solomon Smennadi 4, Alexi Dervanciuc 2, Eigheni Bailean 1.

Útvísingar: Føroyar 3, Moldova 3.

Dómarar úr Svøríki: Berndsson og Hansson.